Vilja hava fólkaatkvøðu um at leggja Suðuroy í eina kommunu

Í sambandi við fólkatingsvalið, fer Tvøroyrar Býráð at heita á hinar kommunurnar í Suðuroy um at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging

Kommunusamanlegging

Nú eigur fólkaatkvøða at verða í Suðuroy um at leggja allar Suðuroynna í eina kommunu.
Tað heldur Tvøroyrar Býráð.
Nú suðuroyingar skulu á fólkatingsval 8. februar, heldur Tvøroyrar Býráð, at tað er eitt frálíkt høvi til eisini at halda fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging í oynni.
Tí hevur býráðið samtykt at heita á bý- og bygdaráðini í oynni um at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, samstundis sum fólkatingsvalið er.
? Eftirsum fólk skulu á fólkatingsval kortini, er tað eitt gylt høvi til at lata veljararnar sleppa at siga sína hugsan um kommunusamanlegging , heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Tað letur seg væl gera at hava tvær fólkaatkvøður ísenn.
Einasta treyt er, at greiður skilnaður er ímillum báðar atkvøðugreiðslurnar. Sostatt skulu atkvøðuseðlarnir hava hvør sín lit og at teir skulu eisini í hvør sín atkvøðukassa.

Tvær kommunur hava valt
At hava fólkaatkvøðu í Suðuroy um kommunusamanlegging, er ikki ein heilt nýggjur tanki.
Uppundir kommunuvalið í november heitti Sumbiar Bygdaráð á allar kommunurnar í oynni um at halda fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging í sama viðfangi, sum kommunuvalið var.
Men tá vóru tað bara Sumbiar- og Tvøroyrar kommuna, sum fylgdu áheitanini og samstundis sum kommunuvalið var, sluppu veljararnir í hesum báðum kommunum soleiðis eisini at siga sína hugsan um kommunusamanlegging.
Og í báðum kommununum var heilt greiður meiriluti fyri at leggja alla Suðuroynna í eina kommunu.
Spurningurin, sum veljararnir fingu at svara, var einfaldur. Spurt varð stutt og greitt um øll Suðuroyggin skuldi vera ein kommuna og so kundu veljararnir seta krossin við "ja", ella við "nei".
Og nú heldur Tvøroyrar Býráð at eisini veljararnir í hinum fimm kommununum í Suðuroy eisini eiga at fáa høvi til at siga sína hugsan um kommunusamanlegging.
Kristin Michelsen sigur, at ein orsøkin til at summar kommunur ikki vildu halda fólkaatkvøðu um kommunusamanleggin í sambandi við kommunuvalið, varð at fráfarandi bygdaráðini vildu ikki taka so álvarslig stig, nú tey skuldi frá kortini.
Men nú eru nýggj bý- og bygdaráð komin til, so nú er eitt gott høvi at fáa at vita, hvat veljarin heldur um kommunusamanlegging, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.