Í stýrinum fyri Kommunusamskipan Føroya, KSF, er full semja um, at skulu kommunurnar leggjast saman, skal talan verða um eina fólksliga tilgongd, sum tað so flott eitur.
Í hesum sambandi tekur KSF undir við, at ein liður í hesi fólksligu tilgongdini er, at fólkaatkvøðu verður í teimum ymsu kommununum áðrenn nøkur samanlegging verður.
Tað sigur eitt samt stýrið fyri KSF til seinasta útspælið frá samgonguni um at broyta kommunubygnaðin.
Hinvegin verður onki sagt um, hvussu fólkaatkvøðan skal skipast og hvørja lagnu tær kommunur skulu hava, sum siga nei til samanlegging.
- Vit taka undir við, at fólkaatkvøða verður í teimum einstøku kommununum, men vit hava latið tað upp í hendurnar á landsstýriskvinnuni í innlendismálum, tí tað er haðani, at uppskotið um fólkaatkvøðu kemur, sigur Gunvá við Keldu, sum er forkvinna í KSF.
Tí hevur KSF heldur ikki gjørt sær nakrar tankar um, hvørja lagnu tær kommunur skulu fáa, har fólkaatkvøðan vísir ein meiriluta ímóti samanlegging og um tær kommunurnar skulu sleppa at standa uttanfyri ella ikki.
Men hon heldur, at tað er eisini neyðugt, at landsstýriskvinnan fer at halda kunnandi fundir kring alt landið, so at veljarin veit heilt ítøkiliga, hvat hann skal atkvøða um.
Men áðrenn tað kann verða, verður neyðugt, at samgongan fyrst finnur eina politiska semju um, hvussu kommunurnar skulu skipast –og har er eitt fitt petti eftir á mál.
Ósemja um Suðuroy
Útspælið hjá Samgonguni er, at Føroyar skulu býtast sundur í níggju kommunur.
Men í stýrinum fyri KSF, er ikki semja um, antin Suðuroy skal skipast í eina kommunu ella í tvær.
Men í hesum sambandi heitir KS á landsstýriskvinnuna, um at samskifta við einstøku kommunustýrini í landinum fyri at avgreiða møguligar ósemjur.
Hinvegin vísir stýrið á, at síðani Kommunusamskipanin varð stovnað, hevur hon tikið undir við at Føroyar verða skipaðar í færri og sterkari kommunur.
Men treytin fyri at taka undir við eini kommunusamanlegging, er, at talan er um eina heildarætlan, har ymsar uppgávur eisini verða lagdar undir kommunurnar at umsitast og ikki minst, hvussu hesar uppgávur skulu fíggjast.
2016
Tað er nógv, sum bendir á, at tað fer ikki at bera til at leggja nakrar kommunur saman fyrrenn í 2016.
Tað heldur Gunvá við Keldu, forkvinna í, Kommunusamskipan Føroya, KSF.
Hon heldur, at samanlegging eigur at fylgja valskeiðnum. Hetta valskeiðið endar nýggjársaftan í 2012, men hon heldur, at nú er ætlanin at leggja kommunurnar saman, seinkað so nógv í landsstýrinum, at tað fer neyvan at bera til at avgreiða øll ivamálini hesi bæði næstu árini.
Tað eru nevniliga helt nógvir ivaspurningar eftir at finna semju um.
Eitt er, hvussu ein fólkslig tilgongd skal skipast. Eitt annað er, at talan skal vera um eina heildarætlan, har tað skal vera greitt, hvørji málsøki skulu leggjast undir kommunurnar at umsitast, samstundis sum kommunurnar verða lagdar saman.
Og ikki minst skal greiða fáast á, hvussu kommunurnar skulu fíggja tey málsøki, sum verða løgd undir tær at umsitast.
Samanumtikið eru so nógv ivamál, at forkvinnan í KSF heldur, at tað er lítið trúligt, at tað fer at eydnast at avgreiða øll viðurskiftini í ár og næsta ár.
Tú heldur hon, at tað er meiri sannlíkt, at samanleggingin má útsetast til annað valskeið byrjar tann 1. januar í 2016.
Hinvegin er hon sannførd um, at rákið gongur fram ímóti størri og sterkari kommunum og at tað eisini fara at verða fleiri kommunusamanleggingar í Føroyum.
Tvingast – ella ikki tvingast
Ein stórur spurningur, sum støða skal takast til í sambandi við kommunusamanlegging, er, er, um kommunurnar skulu tvingast at leggja saman, ella um samanleggingin skal vera sjálvboðin.
Kommunusamskipan Føroya tekur undir við fólkaatkvøðum í kommunum, men letur tað upp í hendurnar á landsstýriskvinnuni at gera av, hvussu hetta skal skipast.
- Uppleggið hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum, er, at tær kommunur, sum eru ímóti at leggja saman, fáa eina ávísa freist at taka upp samstarv við hinar kommunurnar í økinum, staðsfestir Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya, KSF.
- Men eydnast tað ikki kommununum at finna semju um samstarv, skulu tær tvingast at samstarva og at gjalda til hetta samstarvið eftir fólkatalinum.
Og tað skal ásetast við lóg!
Men hvat er so endamálið við eini fólkaatkvøðu, tá ið kommunur kortini skulu tvingast at samstarva við lóg?
- Ja tað er ein góður spurningur, ásannar forkvinnan í Kommunusamskipanini.
Men hvørja støðu hevur so KSF til samanlegging, skal tað vera sjálvboðið ella tvingsil.
- Kommunusamskipan heldur, at samanleggingin skal vera sjálvboðin. Men tó skal eitt evsamark ásetast, har kommunur skulu hava skipað seg í burðardyggar eindir, sum tað eitur í eini yvirlýsing, sum KSF gjørdi í Klaksvíksskjalinum fyri einum ári síðani.
- So fyrr ella seinni verða kommunur tvingaðar, sigur Gunvá við Keldu.
Hinvegin er ongin dagseting ásett, men í aðrari grein her á síðuni heldur hon, at mest sannlíkt er, at samanleggingin kann ikki vera fyrrenn í 2016.
Ein stórur ivaspurningur er, hvussu málsøkini, sum verða løgd undir kommunurnar at umsitast, skulu fíggjast.
KSF er ímóti blokkstuðuli frá landi til kommunur, tú stúrt verður fyri, at tá ið landið manglar pening, verður blokkurin bara minkaður.
- Tí skal talan verða um eina afturberingarskipan eftir heilt føstum mynstri, sigur forkvinann í KSF.










