Nú verður møguleikin kannaður fyri at vita um tað ber til at seta eina avsláttarskipan í gildið fyri strandfaraskipið Teistan.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at endamálið er at javnað flutningin á fleiri túrar.
Teistin siglur allan dagin ímillum Skopun og Gomlurætt, men summar túrar er so nógv fólk og so nógvir bilar við, at ferðaætlanin verður sprongd, tí tað er so leingi at fáa ferðafólk og bilar í land, og at fáa alt umborð aftur.
Tað hevur elvt til stóra misnøgd í Sandoynni, og tí eru ymsir møguleikar kannaðir fyri at vita um tað ikki ber til at sleppa undan seinkingum.
Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er, at Teistin skal skerja túratalið fyri at gera rásarrúmið størri.
Tað tekur landsstýrismaðurin ikki undir við. Men hann sigur, at ein møguleiki, sum verður kannaður, er, at flyta onkrar fráferðir, so at tað verður eitt sindur longri ímillum nakrar av túrunum.
- Tað er so stutt ímillum summar túrar, at tað ber rætt og slætt ikki til at halda ferðaætlanina sigur hann.
Ein annar møguleiki, sum verður kannaður, er at seta eina avsláttarskipan í gildi við tí endamálið at eggja teimum, sum eiga lastbil, ella aðrar vinnuligar bilar, til at fara við teir túrarnar, tað vanliga ikki er so nógv fólk við.
Nakað síðani segði rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni, at tað eru einir tveir - tríggir túrar um dagin, har trupulleikar taka seg upp, tí at Teistin er at fullur, men samstundis siglur hann at kalla skralltómur einar fimm ella seks túrar um dagin.
Les eisini: Kunnu keypa feðaseðil til Teistan á netinum
- Lastbilar krevja rættiliga nógv pláss í biladekkinum, og hevði tað borið til at javnað tað ferðsluna yvir fleiri túrar, har tað vanliga ikki er so nógv fólk, hevði nógv verið vunnið, sigur Henrik Old.
Og nú verður kannað um ein avsláttarskipan kann slóða fyri tí, har tað verður væl bíligari, kanska eini 50 prosent bíligari hjá vinnuligum bilum, helst lastbilum at fara við Teistanum ávísar túrar á degnum, har tað vanliga ikki er so nógv fólk.









