– Vit skulu hava eina heildarætlan fyri føroyska málið.
Tað halda tey bæði tingfólkini fyri Framsókn, Bjarni K. Petersen og Ruth Vang. Og tað fara tey nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um.
Í hesum sambandi vísa tey á, at Føroya Løgting hevur ongantíð samtykt, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum og okkara almenna mál.
Tey halda heldur ikki, at vit hava tikið politiska ábyrgd á fleiri týðandi økjum í sambandi við málrøkt, í sambandi við røkta móðurmálsorðabókina, í samband við máltøkni, umframt av at gera forrit til rættstaving og málfrøðiliga hjálp.
Vit hava heldur ikki tiki politiska ábyrgd av Málráðnum, av gransking í føroyskum máli, av skúlabókasøvnum og av at týða nóg mikið av lesitilfari til føroyskt.
Tey vísa á, at arbeiðið við einum tjóðarmáli verður ongantíð liðugt, og í hesum døgum sæst týðiliga, at tað er brúk fyri at politiski myndugleikin tekur lógvatak saman um føroyska málið. Tað er neyðugt fyri at kunna gera tað, sum krevst fyri at tryggja føroyskum sítt rætta pláss í samfelagnum, eins og tryggja at føroyskt í framtíðini verður verðandi høvuðssamskiftismál í Føroyum.
– Tá ið hugsað verður um, hvussu stórt virði okkara mál hevur, hvussu týdningarmikil mentanarberi tað er, og hvussu gott prógv tað er um okkara tjóðskap, eigur peningur at flóta til tiltøk til frama fyri føroyskt á sama hátt, sum vit síggja hann fara til mong onnur samfelagsøki, halda tey bæði í Framsókn.
– Tá ið vit vita, hvussu skjótt peningurin ger mun á hesum øki, og hvussu nógv vit fáa fyri peningin í sambandi við málrøkt, eigur Føroya løgting at kunna semjast um eina samskipaða ætlan – siga tey bæði tingfólkini.
Tí siga tey, at tað er stórur tørvur á at samskipa tiltøk fyri føroyska málið, bæði í sambandi við orðabøkur, undirvísing, mentan, bókmentir, tøkni, forrit, miðlar.