Vilja hava bilføraran á einum reyðum bili at siga frá

Hann koyrdi á ein annan bil – men helt bara leiðina fram

Um miðdagsleitið, ella umleið klokkan 11.30, í gjár hendi eitt ferðsluóhapp inni í Eysturoyartunlinun, beint við rundkoyringina. Løgreglan sigur, at bilførarin á einum bili, sum var á veg av Toftum yvir á Strendur, tók ferðina av, tá ið hann skuldi ígjøgnum rundkoyringina, men tað hevur bilførarin beint aftan fyri helst ikki ansað eftir, tí hann koyrdi upp í reyvina á honum.

 

Báðir bilarnir hildu leiðina fram upp á Strendur. Tá ið teir vóru komnir úr tunlinum, steðgaði bilførarin, sum var árendur, á fyri at fáa samband við tann, sum hevði koyrt á. Men tað gekk ikki sum ætlað, tí bilførarin, sum hevði koyrt á, steðgaði ikki, men helt leiðina fram.

 

Løgreglan vil fegin hava orðið á bilføraran, sum rendi á fyri at fáa greiði á, hvat tað var, sum hendi. Tað einasta, løgreglan veit, er, at talan er um ein reyðan Toyota, og tí heita tey á bilføraran um at ringja til løgregluna. Annars má løgreglan til tunnilsfelagið, at fáa upptøkurnar av vakmyndatólunum í tunlinum, og so verður bilførarin funnin tann vegin.