Vilja hava at vita hví føroyingar ikki møttu upp at heiðra hetjur

Tað er álvarsamt, at føroyskir myndugleikar ikki tóku av eini innbjóðing til eitt minningarhald at heiðra hetjum – eisini føroyskum hetjum.

 

Tað halda teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Tí vilja teir nú hava Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, greiða frá, hví føroyskir myndugleikar ikki tóku av eini innbjóðing um at vera við í einum hátíðarhaldi í Danmark í oktober.

 

Talan var um eitt hátíðarhald og eitt minningarhald fyri at heiðra teir danir, og teir føroyingar, sum bjargaðu túsundtals jødum um Oyrarsund, úr Danmark til Svøríkis, undir seinna heimsbardaga?

Teir vísa á, at í oktober í fjør skipaðu forsætismálaráðið í Danmark, Ísraelska sendistovan í Keypmannahavn og Mosaisk Samfund í Keypmannahavn fyri hátíðarhaldi at minnast tey, sum bjargaðu jødum um Oyrarsund undir krígnum. Hátíðar- og minningarhald vardi nakrar dagar, og har forsetin í Ísraael, Reuven Rivlin, eisini var hjástaddur.

 

Teir báðir í Miðflokkinum siga, at tað er alment kent, at eisini føroyingar vóru við í hesum bjargingararbeiði. Nakrir av teimum vóru Karl Nolsøe í Vági, Elias Johansen í Havn, Mourentius Poulsen við Ljósá, umframt havnarmenninir,  Sigmundur í Dali og Jens í Dali.

 

Jenis av Rana siga, at føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn tók ikki av innbjóðingini tí hann var staddur í Føroyum, og tí at arbeiðsorkan á sendiskrivstovuni er avmarkað. Og nú vilja teir hava at vita frá Poul Michelsen, hvat hendur um hesar grundgevingarnar, og um hann fer at biðja um umbering fyri, at Føroyar ikki vóru umboðað á minningarhaldinum.

 

– Tað er álvarsamt, at almennu Føroyar ikki taka almennan lut í at minnast okkara landsmenn, sum undir truplum og lívshóttandi umstøðum ofraðu seg fyri at bjarga jødum undir krígnum, siga teir báðir.

 

Teir halda eisini, at helst hevði tað verið ein hin mest stórfingna hending hjá einum føroyskum sendiharra í Danmark yvirhøvur, at hitt ísraelska forsetan, jødiska sendimannin í Danmark, og onnur almenn umboð fyri Ísrael.