ENDURREISN
Síðan virkini hjá Faroe Seafood í Runavík og á Toftum vórðu stongd, eru fleiri av limunum í arbeiðarafeløgunum í økinum vorðin arbeiðsleys.
Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag, sigur, at tey ætla at taka stig til ein almennan fund, har fólk og vinnulív í økinum fáa høvi at geva til kennar, hvussu saltfiskavirkið, sum Faroe Seafood átti og rak á Toftum, kann reisast á føtur aftur.
- Eg havi tosað við ymiskar partar, eitt nú bústjóra og onnur, sum hava innlit og áhuga í vinnuni í økinum. Nú skulu vit bara finna út av, hvussu fram skal farast, soleiðis at vit kunnu koma í gongd.
Harry Benjaminsen sigur, at Tofta Arbeiðsmannafelag avgjørt hevur áhuga fyri at verða við í eini endurreisn av fiskavirkinum.
- Eg veit ikki, um vit kunnu gerast nakar primus-motorur í eini møguligari endurreisn, men vit eru í øllum førum sinnaði at verða við.
Við í LMF
Formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag vísir á, at felagið eigur part í Landingarmiðstøð Føroya, og at hetta ikki hevur verið nøkur ring íløga.
- Vit mugu hava virkið á Toftum í gongd aftur, og vit vilja gjarna, at hetta virksemið ikki liggur ov leingi lamið.
Harry Benjaminsen sigur seg í løtuni onga hóming hava um, hvussu ein møgulig endurreisn kann koma at síggja út, men leggur aftrat, at tað er júst tí, at felagið nú arbeiðir fram ímóti, at ein almennur fundur verður hildin, har fólk og vinna í økinum kunnu tosa saman um ymiskar møguleikar.
- Vit vilja í hvussu er gera okkara til, at virksemið á saltfiskavirkinum kemur í gongd aftur sum skjótast, sigur formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag.