Vilja gera árstíðararbeiði attraktivt

Norski fiskimálaráðharrin mælir til, at fólk, sum eru arbeiðsleys og fáa dagpengar, kunnu fara til arbeiðis í fiskiídnaðinum og landbúnaðinum og kortini varðveita helmingin av dagpengunum.

 

Tað eru stórir trupulleikar í Norðurnoregi, hagar vanligt er, at nógv útlendsk arbeiðsfólk koma, nú gýtingarfiskurin kemur inn á firðir og sund, og eini 80.000 til 100.000 tons av útróðrarfiski skulu fiskast, landast og virkast í økinum. Fleiri av teimum, sum plaga at koma til Norðurnoregs at arbeiða í vertíðini, hava verið her í mong, mong ár og hava tískil drúgvar royndir í fiskaarbeiði.

Men, nú koronu-støðan er, sum hon er, og enska frábrigdið við koronu eisini er staðfest í stórum pørtum av Noregi, sleppa í løtuni eingir útlendingar til Noregs at arbeiða í fiski. Krøvini eru herd, og krøvini broytast næstan frá degi til dags. Tí stendur vinnan í hesum partinum av landinum nú við einum stórum trupulleika.

Vinnan í Norðurnoregi heldur, at krøvini hjá stjórnini eru ov strong í mun til smittustøðuna í landinum í løtuni, og vinnan hevur eisini víst á, at tann fiskur, sum her verður veiddur og virkaður í vertíðini, hevur stóran týdning fyri bæði norðmenn og fólk í eitt nú Spania og Portugál, sum eisini skulu hava okkurt at eta, meðan korona herjar.

Fyri at bøta um støðuna ætlar norska stjórnin at skipa so fyri, at norðmenn, sum eru arbeiðisleysir og fáa dagpengar, skulu kunna fara til arbeiðis í fiskiídnaðinum í Norðurnoregi og einans missa helmingin av dagpeningaútgjaldinum. Men, her hevur vinnulívið í Norðurnoregi víst á, at við eini slíkari skipan verða útlendingar, sum trúliga plagdu at arbeiða í vertíðini, diskrimineraðir.

Norski fiskimálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, ásannar, at koronu-farsóttin hevur gjørt tað trupult hjá vinnulívinum at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið. Men, samstundis er Noreg í tí støðu, at nógv eru arbeiðsleys. Ráðharrin ásannar eisini týdningin av tí fiski, sum kemur til lands og verður virkaður í vertíðini.

Tí vil stjórnin seta eina fyribilsskipan í verk sum sigur, at fólk, sum annars eru arbeiðsleys, kunnu fara til arbeiðis í fiskiídnaðinum og landbúnaðinum og bert missa helmingin av sínum dagpengum í ávísum tíðarskeiði. Hesi fólk skulu nevniliga bara geva helmingin av tímatalinum upp, sum tey arbeiða í fiskiídnaðinum og landbúnaðinum.

Fyri mong, sum fáa dagpengar, kann tað sum er gerast lítið attraktivt at fara til arbeiðis í fiskivinnuni ella í landbúnaðinum, tí í ávísum førum kunnu dagpengarnir - roknað yvir arbeiðstímar - geva teimum meira, enn tímalønin tey fáa í einum árstíðarbundnum arbeiði í fiskiídnaðinum ella landbúnaðinum.

Kystmagasinet.no skrivar, at norska stjórnin tískil ætlar at skipa soleiðis fyri, at slíkar reglur, sum omanfyri nevndu, verða galdandi - fyri fiskiídnaðin fram til 1. juni í ár og fyri landbúnaðin fram til hin 1. oktober í ár. Spurningurin er so, um hetta kemur at loysa upp fyri nøkrum sum helst í truplu støðuni, sum vinnan í Norðurnoregi er í beint í løtuni, nú vártíðin stundar til.