Vilja fletta fleiri enn 2000 seyðir í heyst

- Vit byrja at fletta hin 22. september og fara at fletta, so leingi sum eftirspurningur er, sigur dagligi leiðarin á Krás í Hósvík.

Hjá matvøru-og sláturvirkinum Krás í Hósvík starvast umleið 15 fólk í dagligu framleiðsluni.

 

Framleiðslan fevnir um tilsamans 258 vørunummur - alt frá ymiskum kjøtvørum, fiskaúrdráttum til livurpostei og viðskera.

 

Men, Krás, sum P/F Poul Hansen eigur, framleiðir ikki bara matvørur úr deyðum kríatúrum. Um heystarnar, tá farið verður í skurðfjall, bjóðar Krás sær at fletta fyri bóndur og fólk annars, sum eiga seyð.

 

Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á matvøru-og sláturvirkinum í Hósvík, sigur, at aftur í ár fer Krás at fletta fyri viðskiftafólk.

 

- Vit byrja at fletta hin 22. september og fara at fletta, so leingi sum eftirspurningur er. Í fjør flettu vit einar 2000 seyðir, og vit vóna, at talan verður um enn fleiri í ár, sigur hann.

 

Tá flettingin á Krás í Hósvík er fyri, eru eini 25 fólk tilsamans knýtt at virkinum.