Nú skal finnast fram til nakrar føroyingar, ið eru av hálendskari ætt.
Fyrireikararnir hava við góðari hjálp frá einum hálendara funnið fram til hópin av tilfari um skipið Westerbeek og manningarlistar á savni í Hálandi.
Ein av fyrireikarunum, Sámal Bláhamar, sigur, at teimum tørvar eisini at
finna fram tilfar í Føroyum um Westerbeek og manning, serliga teir sum
eru eftirkomarar av Berend Schoute, ið fekk dóttrina Sunneva
Berinthsdatter saman við Elsebeth Andersdatter hevur okkara persónliga
áhuga.
Ikki minni áhugavert er at savna tilfar um eftirkomararnar eftir Jacob
Horn í Vági. Í Nólsoy búsettist ein av manningini, Jan, og hvussu er við
Willums-navninum í Suðuroy, er tað frá Westerbeek? Tað kan kann allarhelst finnast í tilfarinum frá Hálendska savninum.
Sámal Bláhamar hevur savnað inn tilfar frá Hálandi, Freydis Poulsen samskipar innsavnaða tilfarið, Petrea Olsen og Mads Berg Petersen hava skriftligt føroyskt tilfar og munnligar frásøgnir frá sínum forfedrum.
Vit eru sera fegin um at fáa skriftligt tilfar sendandi um Westerbeek, sigur Sámal Bláhamar: fax 31 56 57 ella e-mail samal.blahamar@fo.enjo.net