Vilja fegin tosa við fólk um trupulleikar

Tað er altíð keðiligt at hoyra aðrastaðni frá um trupulleikar, sigur stjórin á nýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði

Nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, fer ikki at vera til fortreð fyri fuglfirðingar.

Tað staðfestir stjórin á virkinum, Johan Páll Joensen.

Tað hvørki luktar, larmar ella dálkar, leggur hann afturat.

 

Á kunnandi fundi í Fuglafirði mikukvøldið um nýggja uppsjóvarvirkið, sum letur upp um tvær vikur, vildu onkur hava at vita, hvussu virkið fer at ávirka tey, sum búgva rundanum.

Kanska er tað av royndunum, tey hava av Havsbrún, har tað luktaði illa til tíðir. Men so uggaðu fuglfirðingar seg við at tað luktaði av pengum.

 

Men stjórin á nýggja virkinum, Pelagos, dugir ikki at síggja,at virkið fer at vera til fortreð fyri nakran.

 

Har er einki sum verður turkað og einki, sum verður kókað, og sostatt skuldi einki verið sum luktaði. Men tað er hóast alt eitt fiskavirkið, so sjálvsagt er ein ávísur fiskaluktur á virkinum ein partur av virkseminum.

 

Tað einasta sum skuldi larma, eru motorarnir til frystingina, men teir standa í hinum endanum fyri at avmarka larmin sum minst.

 

Men sjálvandi kann eitt ávíst óljóð eisini standast av, at skip sigla og út inn eftir vágni og liggja við bryggju, og at arbeitt verður.

 

Hann sigur, at tað verður heldur einki útlát, tí alt avlopsvatn av virkinum fer um eina góðkenda skipan og verður leitt út á 20 metra dýpi, 50 metrar úti á fjørðinum.

 

Hann leggur afturat, at ætlanin er, at øll framleiðslan av virkinum skal útflytast við skipi, men í einstøkum førum kann tað vera við bili og tað fer so at elva til økta ferðslu.

 

- Vit hava gjørt av, at vit royna virkið sum tað verður og skuldi trupulleikar tikið seg upp, taka vit tað haðani frá, sigur Johan Páll Joensen.

 

Yvirhøvur sigur hann, at á virkinum hava tey sett sær fyri at vera opin mótvegis bygdarfólkinum í Fuglafirði.

 

- So hevur onkur okkurt at finnast at, eru tey meiri enn vælkomin at tosa beinleiðis við okkum sigur Jóhan Páll Joensen. 

 

Tað er altíð keðiligt at frætta um ónøgd aðrastaðni frá, heldur hann og tí vil hann helst, at bygdarfólkið tosar beinleiðis við leiðsluna á virkinum, hava tey nakað upp á hjartað.