Vilja byggja húsarhaldsskúlan í Klaksvík nú

Vit kunnu vera ósamd, men nú er ikki tíðin til kjak um staðseting av hesum týdningarmikla mentanarvarða, siga býráðslimir í Klaksvíkar býráð, sum vil hava skulan bygdan nú

Soljóðandi er áheitanin frá býrsáðslimum í Klaksvíkar býráð:

 

Áheitan til landsins leiðslu viðv. Húsarhaldsskúla Føroya!

Søgan um nýgerð av Húsarhaldsskúla Føroya hevur verið long og drúgv. Nú vit eru komin inn um teoretisku mállinjuna‚ og verkætlanin skal setast í verk í næstum‚ so er tað bert ein forholdsvís lítil upphædd‚ ið manglar á fíggjarlógini‚ ið landsins leiðsla skal finna‚ so fer verkætlanin í gongd.

Vit kunnu sjálvandi øll vera samd ella ósamd um staðseting‚ snið og innihald í Húsarhaldsskúlanum‚ men nú er ikki tíðin til kjak um staðseting av hesum týdningarmikla mentanarvarða.

Vit vilja tí heita á landsins leiðslu‚ um at avgreiða fíggjarliga partin‚ so stóra og drúgva arbeiðið‚ ið longu er gjørt verður staðfest‚ og verkætlanin sett í verk sum skjótast.

Klaksvíkar býráð hevur ongar viðmerkingar ella ynski um broytingar til verandi verkætlan. Býráðið er liðugt at viðgera málið‚ og vil við hesum gera tað púra greitt fyri landsins leiðslu og borgarum annars‚ at tað er ikki av lokalu myndugleikunum í Klaksvík‚ at verkætlanin verður skotin út í óvissu.

Vit meta tað alneyðugt at koma við hesi útmelding‚ so landsstýrið og løgtingið kann hugsavna seg um at avgreiða síðsta fíggjarliga partin‚ so verkætlanin fer í gongd skjótast gjørligt‚ sum hon er samtykt.

Vegna Klaksvíkar býráð

 


Karl Johansen

Gunvá við Keldu

Jóhanna Christiansen 

Annika S. Biskopstø

Jógvan Skorheim

Signhild Johannesen

Tummas Lervig

Óli M. Lassen

Eyðstein Ó. Poulsen