Vilja burturbeina bygningarnar í Føroyingahavnini

Kanningarliðið sum í fjør var á rannsóknarferð í Grønlandi fyri at skráseta og skjalfesta bygningarnar í Føroyingahavnini er ikki í iva. Bygningarnir í Føroyingahavnini eiga at verða tiknir niður og burturbeindir. Tað skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.


- Kanningarliðið vísir á, at síðani fyrst í áttatiárunum eru hvørki hús, úthús, barakkir ella virkishús í gomlu Føroyingahavnini røkt ella hildin við líka. Bæði slit og víðfevnt herverk hava við sær, at meginparturin av bygnings- og býlishópinum ikki stendur til at bjarga. Í síni niðurstøðu staðfestir kanningarliðið, at hóast tað verður mett, at einstakir partar av Nordafar-støðini kunnu varðveitast, so umboða hesir so lítlan part av heildini, at tað tænir ongum endamáli at gera og seta í verk eina varðveitingarætlan fyri so avmarkaðan part av støðini, skrivar Landsverk.


Lagt verður tí aftrat, at tað ber til at varðveita nøkur ting í Føroyingahavnini, so sum betonggólv og -grundir og maskin- og kompressararúm, ið kunnu vísa Føroyingahavnina sum eitt ídnaðarminni frá nýggjari tíð.


Stýrisbólkurin vísur eisini á søguliga og andaliga týdningin í Føroyingahavnin hevur havt. Tí mælir bólkurin til, at eitt grønlendskt-føroyskt granskingarsamstarv fer undir at skjalfesta sambandið millum føroyingar og grønlendingar í tíðini eftir krígslok og fram til dagin í dag.