Vilja betra korini hjá limunum

Nevndin vil gera eina viðmerking, til eitt úttalilsi hjá formanninum í FA

FAKFELAG

Nevndin vil gera eina viðmerking, til eitt úttalilsi hjá formanninum í FA, har hon heldur, at tað er nógv fyri, at hon skal hoyra tað frá eini skrivstovudamu, at S & K fer at hava eykaaðalfund um úrliman úr FA. Formaðurin veit væl, at nevndin í S & K hevði biðið um fund við nevndina hjá FA 18. august 2005, men tað lá ikki fyri hjá FA at møtast við S&K fyrr enn 1. septembur. Á hesum fundi var ætlanin at skráin fyri eykaaðalfundin skuldi fyrileggjast nevndini í FA, áðrenn tað fór út alment. Nevndin metti ikki, at vit kundu bíða til 1. septembur, av tí at høli var leigað og dato settur á nær eykaaðalfundurin skuldi verða. Tí sendu vit nevndini í FA skrivlig boð um eykaaðalfundin hjá S & K, soleiðis at hon var kunnað innan eykaaðalfundurin var almannakunngjørdur. Nevndin í FA var tann fyrsta, sum fekk at vita um eykaaðalfundin hjá S & K, sigur felagið, sum leggur afturat, at nú er tíð at hyggja frameftir.
 Øll fakfeløg arbeiða fyri at betra um korini hjá limum sínum, og tað hava vit í S & K gjørt við hesi avgerð, sigur nevndin í S & K felagnum.
el