Vilhelm og liðfelagarnir mistu sigurin í seinasta sekundinum

Lemvig-Thyborøn fekk javnleik móti toppliði á útivølli, men tað kunnu teir veruliga iðra seg um

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í kvøld dyst á útivølli ímóti Mors í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin millum Mors og Lemvig-Thyborøn endaði við javnleiki 27-27. Í allarseinasta sekundinum eydnaðist tað Kasper Lindgren at javna fyri Mors til endaliga úrslitið 27-27, og tað kunnu Vilhelm og liðfelagarnir veruliga iðra seg um. 

 

Lemvig-Thyborøn var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Lemvig-Thyborøn á odda 16-11. Tað gekk ikki líka væl í hond í seinna hálvleiki, og í seinasta sekundinum mistu Vilhelm og liðfelagarnir ein kærkomnan sigur.

 

Talan er um fimta javnleikin hjá Lemvig-Thyborøn í 20 dystum. 

 

Vilhelm skoraði trý mál og legði upp til trý mál í kvøld.

 

Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við 11 stigum. Kolding er næstaftast, eisini við 11 stigum, og Nordsjælland er triðaftast við 12 stigum. 

 

Komandi leygardag tekur Lemvig-Thyborøn móti Ribe-Esbjerg á heimavølli.