Nú fyrireikingarnar eru farnar í gongd til at seta á stovn ein barnsburðargrunn, er trupult at fáa eyga á nakað, ið fer at leggja forðingar í vegin fyri grunninum. Hann stendur í samgonguskjalinum, er staðfestur í røðuni hjá løgmanni á ólavsøku, og Vinnumálastýrið við landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum á odda er av álvara farið undir fyrireikingarnar til stovnsetan av grunninum. Í blaðnum í gjár segði Finnbogi Arge, at gongst sum hann ætlar, fer barnsburðargrunnurin at virka frá 1. apríl næsta ár.
Men enn eru ikki allar súður syftar. Fyrst skal ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum gera eitt uppskot um, hvussu grunnurin skal skipast og fíggjast. Og tað er eftir felags tilráðing frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
- Arbeiðarafelagið og Arbeiðsgevarafelagið kunnu vera ósamd um nógv viðurskifti, men viðvíkjandi barnsburðargrunninum eru við samd. Hann eigur at verða settur á stovn, sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Samd
Tað er undir samráðingum av ymiskum slag seinnu árini, at Ingeborg Vinther og Vilhelm M. Johannesen eru komin inn á týdningin av at fáa sett á stovn ein barnsburðargrunn. Og nú landsstýrismaðurin hevur sett grunnin á dagsskránna, sendu tey í farna mánað eina áheitan á hann um at taka partarnar á arbeiðsmarknaðinum við í fyrireikingarnar.
- Vit hava tosað um grunnin, men hava ikki gjørt nakað felags tilmæli um, hvussu hann eigur at vera. Tað verður uppgávan hjá arbeiðsbólkinum, sum verður settur, at evna. Hvat tilmæli Arbeiðsgevarafelagið kemur við, er ov tíðliga at siga enn, sigur Vilhelm M. Johannesen.
- Grundleggjandi eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og vit ósamd um nógv, men eg rokni við og vóni, at vit verða samd um, hvussu hesin grunnurin skal gerast, sigur Ingeborg Vinther.
Grunnurin stóran týdning
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur kortini, at hann er varin við at áleggja vinnulívinum størri fíggjarligar byrður.
- Vit eru fyri grunninum, men tað er ein sannroynd, at vinnulívið tolir ikki fleiri fíggjarligar byrður. Sjálvsagt rokni eg ikki við, at vit fáa øll okkara ynski eftirlíkað í sambandi við, hvussu grunnurin verður háttaður, men tá ið vit eru við í arbeiðsbólkinum, hava vit ávirkan, og tað er umráðandi. Eg ivist onga løtu í, at Føroya Arbeiðarafelag og vit verða samd hesum viðvíkjandi, sigur Vilhelm M. Johannesen.
- Barnsburðargrunnurin fer at hava stóran týdning fyri kvinnuligu limirnar hjá Føroya Arbeiðarafelag. Í dag hava tær tímaløntu ongi rættindi í mun til tær fastløntu og alment løntu. Hvørki tá ið tað kemur til sjúku ella barnsburð. Sjálvsagt skulu vit hava ein grunn, sum setur allar kvinnurnar á arbeiðsmarknaðninum líka, sigur Ingeborg Vinther.
Eisini Vilhelm Johannesen sær fleiri fyrimunir við barnsburðargrunninum.
- Kvinnuliga arbeiðsmegin á privata arbeiðsmarknaðninum verður støðugari. Hinvegin havi eg ikki bitið merki í, at tað hevur verið stór frágongd av kvinnum orsakað av barnsburði. Konufólk skifta ikki yrki av tí, at tær ikki fáa fulla løn undir farloyvinum, men at tær eru verri fyri fíggjarliga, er sjálvsagt.
Hvørki Ingeborg Vinther ella Vilhelm M. Johannesen hava hug at geva boð upp á, hvussu tey halda grunnurin skal skipast og fíggjast.
- Tað kemur ikki upp á tal at fara eftir pengunum hjá Arbeiðsloysisskipanini. Skulu hesir pengar brúkast, eru teir betur farnir til at umskúla tey arbeiðsleysu og annað, sigur Ingeborg Vinther.
Allar kvinnur, ið eru limur í Starvsmannafelagnum og eisini kvinnur á øðrum størri arbeiðsplássum, so sum á tryggingum og í peningastovnunum, hava seks mánaða barnsburðarfarloyvi við fullari løn. Hvussu nógvar kvinnur á privata arbeiðsmarknaðinum fáa gagn av, at ein barnsburðargrunnur verður settur á stovn, er ilt at gera eina meting um. Hesar arbeiða á smærri arbeiðsplássum, t.d. í handlum, skrivstovum. Umframt koma tær tímaløntu á fiskavirkjunum. Nøkur smærri virki hava ta skipan, at tey rinda kvinnunum munin millum goldna dagpeningin og lønina undir barnsburðarfarloyvinum.