Vilhelm M. Olsen heiðraður fyri 25 ár

Vilhelm M. Olsen - róptur Villi - varð leygarkvøldið heiðraður fyri síni 25 ár sum sløkkiliðsmaður fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið.

 

 

Tað var formaðurin í tilbúgvingarnevndini hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði,  Jóhannus Danielsen, sum handaði Vilhelmi M. Olsen heiðurstekin.

Villi, sum hann vanliga verður róptur, byrjaði  sum sløkkiliðsmaður um ársskiftið 1994/1995 og hevur nógvu seinastu árini verið vara tilbúgvingarleiðari.

Vilhelm M. Olsen býr á Skála og starvast hjá Runavíkar kommunu, har hann til dagligt arbeiðir við vatnveitingina í kommununi.

Tað er Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn.

Eftir innstilling úr Føroyum var tað stjórin í Beredskabsstyrelsen í Danmark, sum góðkendi, at Vilhelm M. Olsen nú hevur fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í 25 ár.