Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í kvøld týðandi botnuppgerð móti Kolding á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tíverri gjørdist talan um eitt 24-29 tap til Lemvig-Thyborøn, ið var aftanfyri 9-13 í steðginum.
Tó gekk væl hjá Vilhelmi, ið var sera eyðsýndur í dystinum. Umframt at skjóta trý mál legði Vilhelm upp til sjey mál hjá viðleikarunum, og var hann leikarin í dystinum sum hevði nógv flest "assists".
Gongdin er tó ikki góð hjá Lemvig-Thyborøn, ið bert hevur fingið eitt stig í sjey teimum seinastu dystunum.
Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við seks stigum. Kolding er aftast við fimm stigum. Tó hevur Lemvig-Thyborøn bert trý stig upp til áttanda plássið, har Holstebro hevur níggju stig. So Lemvig-Thyborøn er ikki so langt burtur frá einum endaspælsplássi.
Komandi mikukvøld hevur Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Skanderborg.