Vildu ynskt veruliga lønarhækking

– Eg kann fegnast um, at vit hava fingið staðfest fyrireikingina, so fyrireikingartíðin er komin upp í sáttmálan, og at hon er galdandi fyri øll starvsfólk, sum eru fevnd av sáttmálanum hjá okkum.

Tað sigur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen, sum hinvegin harmast um, at ikki bar til at fáa meira upp á lønina.

– Men vit hava megnað at flutt differentieringina, so talan er um eina lønarhækking, ið er eins fyri nærum allar limirnar, og harumframt hava vit fingið okkurt smáting aftrat inn í sáttmálan, sigur hon.

– Vit vildu sjálvandi gjarna fingið eina veruliga lønarhækking, men um vit ikki eru blivin ríkari í krónum og oyrum, eru vit ið hvussu er blivin ríkari í tí, sum vit eru komin ígjøgnum hesar tríggjar vikurnar. Og nú verður tyngri at syfta pedagogarnar eina aðru ferð.