Eitt uppskot frá Argentina, Brasil, Uruguay og Suðurafrika um at friða eitt øki í Suðuratlantshavinum fyri hvalaveiði er fallið á fundinum í Altjóða Hvalaveiðinevndini í Panama.
38 lond atkvøddu fyri uppskotinum, 21 eru ímóti, og tvey hava onga støðu til tað. Sambært reglunum hjá hvalaveiðinevndini skal eitt uppskot hava undirtøku frá minst 75 prosentum av londunum, og tí fellur uppskotið um ta friðaðu leiðina.
Millum londini, sum eru ímóti, eru Kina, Russland, Suðurkorea, Noreg og Ísland.









