Tað var fyri at lætta trýstið á toskin og hýsuna undir Føroyum, at trolarar eisini fingu ein part av føroysku kvotuni á Flemish Cap.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Upprunaliga var ikki ætlanin, at teir yvirhøvur skuldi fáa eina kvotu, men tá ið avtornaði, fingu teir kortini eina kvotu. Hinvegin er hon minkað niður í ein fjórðing av kvotuni í ár, har teir í fjør fingu ein triðing av kvotuni.
Og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vildi hava at vita frá landsstýrismanninum, hvørjar sakligar grundgevingar vóru fyri upprunaligu ætlanini um at nokta trolarum kvotu, og hví teir so bara fáa ein fjórðing, ístaðin fyri ein triðing.
- Grundgevingin fyri at lata línuskipunum alla toskakvotuna á Flemish Cap var at lætta um veiðitrýstið, serliga á toska- og hýsustovnarnar undir Føroyum, sigur Høgni Hoydal.
Men tá ið trolararnir nú kortini fáa ein triðing av kvotuni, er avgerðin bygd á tær hoyringar, sum hava verið, har hugsað varð um, at línuskip fáa rúmari ræsur undir Grønlandi og undir Íslandi í ár, enn tey høvdu í fjør.
- Í samráðingunum við Grønland, eydnaðist at útvega føroyskum skipum 950 tons av botnfiski afturat undir Grønlandi, men tey skulu øll fiskast við línu.
Samstundis er føroyska toskakvotan undir Íslandi í ár, 525 tons hægri, enn hon var í fjør.
- Høgni Hoydal sigur, at málið um útvega føroyskum skipum rúmari ræsir at fiska aðrastaðni, fyri at lækka trýstið á toska- og hýsustovnarnar undir Føroyum, var sostatt lutvíst rokkið í samráðingunum. Tí fáa trolararnir framaldandi ein part av toskakvotuni á Flemish Cap í ár.
Men hann sigur, at tá ið kvotan hjá trolarunum er minkað úr einum triðingi, niður í ein fjórðing, er tað grundað á eina heildarmeting eftir teimum hoyringum, sum hava verið, umframt at hugsað er um endamálið at lætta um trýstið á stovnarnar undir Føroyum.
Hann leggur afturat, at hann kunnaði landsstýrið um ætlanina á landsstýrisfundi á tollaksmessu, har eisini løgmaður var á fundi.