Vildi ikki avdúka kelduna og má tí í fongsul

Amerikanska tíðindakvinnan Judith Miller vil ikki siga, hvør gav henni navnið á einum loyniligum agenti hjá CIA

Í USA kunnu fólk fáa upp í tíggju ára fongsul fyri at avdúka navnið á einum loyniligum agenti hjá fregnartænastuni CIA. Tað gjørdu tíðindafólkini Judith Miller og Matthew Cooper, tá tey avdúkaðu, at Valerie Plame arbeiddi í loyndum fyri CIA.

Málið endaði í rættinum. Eftir at hava fingið loyvi frá arbeiðsgevaranum, Time Magazine, játtaði Matthew Cooper at avdúka, hvør kelda hansara var, og hann sleppur tí undan fongsulsrevsing.

Men Judith Miller vildi ikki siga, hvør hevði sagt sær, at Valerie Plame er loyniligur CIA-agentur, og mikudagin bleiv hon varðhaldsfongslað í New York við teirri grundgeving, at hon hevði vanvirt dómsvaldið.

Tað góðtók Judith Miller ikki. Hon svaraði, at kunnu tíðindafólk ikki dylja sínar keldur, kunnu tey ikki virka, og so er tann frælsa pressan ikki til longur. Arbeiðsgevari hennara, blaðið New York Times, hevur boðað frá, at haðani fær hon fullan stuðul.

Fleiri amerikanskir fjølmiðlar undrast á málið ímóti Judith Miller og Matthew Cooper. Teir vísa á, at tann sera konservativi viðmerkjarin Robert Novak avdúkaði navnið á Valerie Plame longu fyri tveimum árum síðani í einari blaðgrein, men at hann kortini ikki er ákærdur.