Morten Hust Pedersen er í dag fríttstillaður sum leiðari á dagstovninum Rásini í Runavík. Sjálvur sigur hann, at hann bert hevur kravt, at fólk raðfesta arbeiðið á Rásini fram um onnur hjástørv.
Í tíðindaskrivi sigur Mentamálaráðið, at samstarvstrupulleikar eru orsøkin til hetta, og at Durita Joensen, skúlastjóri í Runavíkar Skúla, fyribils røkir leiðarastarvið á Rásini.
Við tíðindini hjá Kringvarpinum klokkan 18 segði Morten Hust Pedersen, at ósemja hevur verið um, at hann hevu kravt, at reglurnar um arbeiðstíð og hvíld verða hildnar.
- Tað eru fólk, sum hava havt bæði tvey og trý størv umframt starvið á Rásini, segði Morten Hust Pedersen við Kringvarpið, og hetta hevur hann altso ikki vilja góðtikið.
Talan hevur verið um sjúkrameldingar av hesum ávum, tá starvsfólk eftir øllum at døma ikki hava vilja arbeitt undir stjóranum. Morten Hust Pedersen sigur, at tvey av hesum starvsfólkum ikki longur ynskja at arbeiða á Rásini, og hann tí er bilsin um, at hann nú hevur fingið sekkin, eftir at málið er loyst.