Vildi brúka góðu árini til list

Listamaðurin Øssur Mohr hevur opið hús, nú hann kann hátíðarhalda 30 ár sum listamaður

Øssur Mohr hevur nú virkað sum listamaður í 30 ár, og í tí sambandi hevur hann opið hús í atelierinum í Vig í Danmark á hvítusunnu.

Øssur Mohr er fulgfirðingur. Síðani 2013 hevur hann búð og virkað í Danmark. Hann byrjaði at mála síðst í 1980’unum, og eftir fleiri ár við list sum ítrívi, tók hann í 2000 stóra stigið og gjørdi listina til arbeiði.

– Eg arbeiddi um dagin og málaði nógv um kvøldarnar og næturnar. Eg hugsaði í fleiri ár um at blíva listamálari burturav. Ein dagin í november í 2000 tók eg umsíðir avgerðina. Tað var nakað spontant, men eg tók stigið og havi ikki angrað tað síðani, sigur Øssur Mohr.

– Vit vita ikki, hvussu leingi vit liva, og hví skalt tú ikki brúka tíni góðu ár til tað, sum tú vilt? Júst hendan hugsan var avgerandi fyri, at eg valdi at gera álvara av mínari ætlan, sigur hann.

Seinastu seks árini hevur Øssur Mohr búð í Danmark, og tað hevur bara skundað undir listarliga arbeiðið.

– Í Danmark eri eg nærri útheiminum. Tað er lætt at koyra til grannalondini at hava framsýningar, og eg havi fastar avtalur við gallarí í eitt nú Danmark, Svøríki og Hollandi. Síðani eg kom til Danmark, havi eg eisini fingið nógv fleiri umbidnar uppgávur, sigur Øssur Mohr.

Hvítusunnuvikuskiftið hevur Øssur Mohr opið hús í atelierinum í Vig í tríggjar dagar – frá leygardegnum til annan hvítusunnudag – og tá eru øll væl komin at leggja leiðina framvið.