Varð uppgávan at vera ráðgevari, tá ið stjórin fyri Landsbankan varð settur, boðin út?
Tað vil Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum
Og varð uppgávan boðin út, vil hann hava at vita, hvussu nógvir ráðgevarar lógu framvið, og hvussu stórur munur var á tilboðnum. Men varð uppgávan hinvegin ikki boðin út, vil hann hava at vita, hví tað ikki hendi
Hann vísir á, at Kristina Háfoss upplýsti herfyri, at tað kostaði 90.500 krónur, uttan mvg, at hava ein ráðgevara, sum stóð fyri arbeiðnum at finna stjóra til Landsbankan, sum nú er endurstovnaður eftir at undanfarna samgongan avtók hann.
Harafturat vísir Bjørn Kalsø á, at fyri ikki so langari tíð síðan varð almennur keypsportalur settur á stovn. Samstundis vórðu reglur gjørdar fyri, hvussu almennir myndugleikar skulu bera seg at, tá brúk er fyri tænastum uttanífrá.
Og tí vil hann hava at vita, hvønn politikk, Fíggjarmálaráðið, og stovnar undir ráðnum, hava á hesum øki.