Vil vita um kópur hevur spesialiserað seg í at taka laks

Tingmaður spyr landsstýrismannin um kópastovnin undir Føroyum

Karlot Hergeirsson hevur spurt Høgna Hoydal tríggjar spurningar um kóp og hvussu kópur ávirkar alivinnuna. Tað ger hann við einum grein 52a fyrispurningi. Ítøkiliga spyr hann soleiðis:

1. Er kópastovnurin undir Føroyum vaksin?

2. Er tað ein nýggjur kópastovnur, sum hevur spesialiserað seg til at taka laks?

3. Er hetta orsakað av, at alarar ikki hava loyvi at skjóta kóp?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Karlot Hergeirsson á, at í frágreiðingini hjá landsstýrismanninum til seinasta aðalorðaskifti um alivinnuna, sum var í desember 2024, kom fram, at fellið, orsakað av kópi, er vaksið eksplosivt í 2023.

– Frá at gera so at siga ongan skaða í 2019, 2020 og 2021 var fellið í 2022, orsakað av kópi, einir 20-30.000 laksar. Í 2023 var fellið knapt 400.000 laksar. Fellið, orsakað av kópi, er økt umleið 1.200% frá 2022 til 2023, sigur Karlot Hergeirsson.

Hann sigur, at tað stendur einki í frágreiðingini um, hví so er. Í seinasta løgtingsskeiði varð, við ynski frá Havbúnaðarfelagnum, ein broyting samtykt í løgtingslóg um aling av fiski v.m., soleiðis at alarar ikki hava loyvi skjóta kóp. Hetta ynskið frá vinnuni kom fyri ikki at vera útihýst frá amerikanska marknaðinum.

– Hvat er orsøkin til henda ógvisliga vøkstur í fellinum orsakað av kópi. Um kópastovnurin er vaksin orsakað av, at alarar ikki hava loyvi at skjóta kóp, so átti tað ikki at verið nakað forgjørt í at fingið loyvi til at skjóta hann niður á tað normala aftur, uttan at tað skuldi sett tann amerikanska marknaðin í vanda, sigur løgtingsmaðurin.

– Í krónum er hetta ógviliga stórt virði. Miðal tøkuvektin í 2023 lá um 6 kg og miðal prísurin um 70 kr/kg. Falda vit hetta við 400.000 laksum, so koma vit til 168 mió. kr., sigur Karlot Hergeirsson.