Vil vita hvussu nógv Malan hevur kostað

Nú nýggjur stjóri er settur fyri Landsbankan, skal Kristina Háfoss greiða frá, hvussu nógv alt hevur kostað

Hvussu nógv hevur arbeiðið at seta stjóra í Landsbankanum kostað landinum? Tað vil Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

 

Fyrr í dag varð kunngjørt, at nevndin fyri Landsbankan hevur gjørt av at seta Maluna Johansen í starv sum stjóri, og nú skal landsstýriskvinnan greiða Løgtinginum frá, hvussu nógv alt hetta hevur kostað.

 

Bjørn Kalsø vil eisini hava at vita, hvussu nógv, nevndin fyri bankan hevur fingið í samsýning higartil og, hvussu nógv tað yvirhøvur hevur kostað landskassanum at endurstovna Landsbankan.

 

Bjørn Kalsø vísir á, at tað stóðst nógv rumbul burtur úr, tá ið nevndin í Landsbankanum ásetti sær sína egnu nevndarsamsýning, ið var væl hægri enn samsýningar, sum nevndarlimir í tjóðbankum í okkara grannalondum fáa.

 

 

Les eisini: Hendan kvinnan skal stjórna Landsbankanum

 

 

Eisini samanborið við samsýningar í øðrum nevndum, var samsýningin hjá nevndini fyri Landsbankan, ómetaliga høg, sigur hann

 

Og tí heldur hann, at tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu nógv tað higartil hevur kostað landinum, at samgongan hevur endurstovnað Landsbankan og hann hevur virkað í eina tíð.