Undanfarni landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, segði seg vera sinnaðan at leggja eina integrasjónslóg fyri Løgtingið í hesum tingárinum. Og nú vil Annika Olsen tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hava at vita frá nýggja landsstýrismanninum, Magnusi Rasmussen, um hetta framvegis er galdandi.
Í 2010 varð eitt integrasjónsálit skrivað og og har kom tað greitt fram, at skal tað eydnast at gera útlendingar til ein natúrligan part av samfelagnum, er tað alneyðugt at teir fáa høvi at læra seg føroyskt og at teir fáa innlit í føroysk viðurskifti, bæði siðsøgu og mentan.
– Tøl frá hagstovuni vísa, at talið á útlendingum er í støðugum vøkstri, serliga talið á útlendingum við øðrum uppruna enn norðurlendskum, sigur Annika Olsen.
Hon vísir á, at í 2001 vóru tað 393 útlendingar uttan fyri Norðurlond í Føroyum, svarandi til 0,8 prosent av samlaða fólkatalinum. Í 2021 vóru tað heili 1929 útlendingar uttan fyri Norðurlond í Føroyum, svarandi til 3,6 prosent av samlaða fólkatalinum. Altso ein øking á 1535 útlendingar tey seinastu 20 árini.
Í nógvum førum er talan um lutfalsliga ung fólk, sum arbeiða á fiskavirkjum, í tænastuvinnuni, á Skipasmiðjum, og aðrastaðni. Ein stórur partur av teimum er kvinnur og nógvar av teimum eru vælútbúnar. Høvdu tær duga føroyskt, kundu tær arbeitt bæði sum læknar, løgfrøðingar, í eldrarøktini, í almennu fyrisitingini og aðrastaðni, heldur Annika Olsen.
Børnini hjá útlendingum í Føroyum ganga á dagstovni og í skúla, har málmenning er ein grundleggjandi fortreyt fyri væleydnaðari integrasjón og tí er neyðugt, at nóg nógvir tímar verða veittir í føroyskum til útlendsk børn.
Í 2019 yvirtóku vit umsitingina útlendingamálum. Størsta avbjóðingin í løtuni er trotið á arbeiðsmegi, men har eru eingir batar at hóma enn, tí tað er ringt at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. Tí spyr Annika Olsen eisini um ætlanin er at gera nakað fyri gera tað lættari at geva arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi til útlendingar – og um tað verður eitt krav fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi, at útlendingum, sum søkir, hava lokið skeið í føroyskum.