Í dag bórust tíðindini um, at íslendski Guðjón Þórðarson ikki heldur fram í NSÍ, har hann hevur verið venjari hetta kappingarárið og førdi liðið til bronsu í landskappingini.
64 ára gamli Guðjón Þórðarson hevði annars ein tvey ára sáttmála, men hann hevði eina treyt í sáttmálanum, har hann kundi gevast eftir fyrra árið, og hana hevur hann valt at brúka.
Les eisini: NSÍ-venjarin hevur sagt seg úr starvi
- Fyrimunirnir vóru ikki nóg stórir. Tað mugu vera størri fyrimunir, um tú skalt burtur frá familjuni og vera uttanlands, grundgav Guðjón í Mín Skoðun á fotbolti.is í dag.
NSÍ hevur longu funnið avloysaran fyri Guðjón Þórðarson. Felagið boðar í dag frá, at tvey ára sáttmáli er gjørdur við svenska Glenn Ståhl, sum fyrraárið stóð á odda fyri TB/FCS/Royn.
Les eisini: Her er nýggi venjarin hjá NSÍ
Hóast Guðjón Þórðarson nú er givin í Runavík, so er tað ikki víst, at vit hava sæð tað síðsta til hansara á føroyskari jørð. Hann er nevniliga áhugaður í at taka við eftir Lars Olsen sum føroyskur landsliðsvenjari.
- Eg havi søkt um starvið, og nú fáa vit at síggja. Teir ætla at samanseta ein lista, sum teir hyggja nærri at eftir landsliðsuppgávurnar í novembur, sigur hann í samrøðu við fotbolti.net í dag.
Tað er sera stórur áhugi fyri føroyska landsliðsvenjarastarvinum, og væntandi verður meira at frætta frá FSF eftir seinasta landsdystin í hesari undankappingini tann 18. november í Svøríki.











