Vil sjálvboðin sita í fýra vikur aftrat

Peter Madsen hevur enn einaferð frávalt møguleikan at lata dómara meta um grundarlagið fyri varðhaldsfongsling.

Ein dómari í Keypmannahavnar Býarrætti skuldi í dag taka støðu til, um varðhaldsfongslingin av danska kavbátabyggjaranum og uppfinnaranum, Peter Madsen, skuldi halda fram.

 

Men, í dag verður eingin rættarfundur um drápsmálið, tí Peter Madsen hevur enn einaferð frávalt møguleikan at lata dómaran meta um grundarlagið fyri varðhaldsfongslingini.

 

Tað upplýsir verjin hjá drápsskuldsetta, Betina Hald Engmark, sum váttar, at Peter Madsen hevur boðað frá, at hann sjálvboðin vil sita í varðhaldi í fyribils fýra vikur aftrat.

 

Ritzau skrivar, at ætlaði rættarfundurin tískil er avlýstur, og verður hin 46 ára gamli sitandi aftan fyri rimarnar tær næstu fýra vikurnar.

 

Peter Madsen, sum er skuldsettur fyri at hava dripið og stykkjað sundur svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall, viðgongur ikki, at hann hevur dripið kvinnuna, og at motivið skal vera kynsligt.

 

Hann hevur tó viðgingið, at kvinnan doyði í kavbátinum, og at hann stykkjaði sundur líkið av henni og kastaði likamslutirnar í havið.

 

Væntandi er, at støða skjótt fyriliggur, um Peter Madsen skal ákærast, og hvør ákæran verður. Hann hevur verið ígjøgnum eina mentalkanning, sum ivaleyst fer at hava týdning fyri eitt møguligt ákærurit.

 

Spurningurin er, um Peter Madsen er skikkaður til at verða dømdur vanliga fongsulsrevsing. Annar møguleiki er, at hann verður mettur at vera so vandamikil, at hann kann verða dømdur í tíðarleyst trygdarvarðhald.

 

Ein triði møguleiki - um kavbátabyggjarin og uppfinnarin verður dømdur sekur - er, at hann verður mettur sinnissjúkur, og um so er, kann hann dømast til viðgerð á psykiatriskari deild.

 

Ákærumyndugleikin hevur biðið um pláss fyri rættarmálinum móti Peter Madsen í Keypmannahavnar Býarrætti, sum sambært ætlanini hjá ákæruvaldinum byrjar hin 8. mars í ár.