Vinnulívsfólk, sum grovliga misrøkja sínar skyldur í einum felag, skulu setast í karantenu, og ikki sleppa at sita í leiðslum í fyritøkum í trý ár.
Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna.
Tí hevur hon lagt uppskotfyri Løgtingið um at seta hetta í lógina, Men hon sigur, at hetta skal eisini umfata strámannavirksemi, og tey, sum ikki stýra einum virki á pappírinum, men sum kortini í roynd og veru stýra einum felagi.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at slíkar reglur eru við at tryggja eina javna kapping ímillum fyritøkur, umframt at tað tryggjar viðskiftafólk, undirveitarar, landskassan, og onnur feløg, sum handla við viðkomandi.
- Tað eru persónar, sum fáa vinning av at koyra feløg á heysum, fyri síðani byrja aftur við virkseminum undir nýggjum navni, sigur uttanflokkatingkvinnan.
- Hesi mugu steðgast, tí felagið, veitarar, kundar og samfelagið fær stór tap av slíkum virksemi, leggur hon afturat.
Hon staðfestir, at eingin verður settur í karantenu, uttan at talan er um grov brot ímóti felagnum, sum er farið á heysin.
- Tá ið búgvið í einum felagi, sum er farið á heysin, verður gjørt upp, verður støða samstundis tikin til, um ein persónur skal setast í karantenu.
- Verður ein persónur settur í karantenu, verður viðkomandi skrásettur, og kann ikki í leiðslu í vinnurekandi felagi, vera mvg-skrásettur ella skrásettur sum arbeiðsgevari í trý ár, sigur Sonja Jógvansdóttir.