Vil rætta samgonguni eina hjálpandi hond

Tað er skilaleyst at lata tunlasjakkið hjá Landsverki ganga hendur í favn í fleiri mánaðir

 

Tað er nokk so skilaleyst at lata tunlasjakkið hjá Landsverki ganga hendur í favn í fleiri mánaðir. Tað heldur Bill Justinussen, løgingsmaður fyri Miðflokkin.

 

Saman við øðrum fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið í morgin um at fara undir at gera tunnilin til Fámjins beinanvegin, tí hann sigur, at hann kann gerast ímeðan tunnilin til Dals verður fyrireikaður. Alternativið er, at tunlasjakkið skal ganga hendur í favn, til tað er klárt at bora í Dali, og tað heldur hann er skilaleyst.

 

Tí vilja teir rætta samgonguni eina hjálpandi hond í hesum máli, sum hann málber seg. Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví hetta ikki er ein roynd at seta kílar í samgonguna.