Vil rætta álitið uppaftur

Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, sigur, at hann vil arbeiða fyri at rætta álitið millum Danmark og Føroyar uppaftur. Tað hevur ikki verið nóg gott seinastu tíðina, sigur hann


Forsætisráðharravitjan

Flogvøllurin:Álitið millum Danmark og Føroyar skal fáast upp á pláss aftur, sigur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, nú hann er komin á fyrstu almennu vitjan sína í Føroyum.
Klokkan knapt 11 fyrrapartin mánadagin lendi flogfarið við forsætisráðharranum í Vágum, og fór hann beinanveg til Havnar við tyrlu.
Ríkisumboðið og flogvallarleiðslan stóðu á vøllinum og bíðaðu, tá flogfarið við forsætisráðharranum og fylgi kom inn eftir Sørvágsfirði.
Forsætisráðharrin segði við Sosialin á flogvøllinum, at hann fer at tosa við landsstýrið um tey mál, sum føroyingar kunnu yvirtaka.
?Ja, jeg vil tale om landstyrets uafhængighedspolitikk, váttar hann fyri Sosialinum.
Umframt fer hann at hava fund við Løgtingið, løgmann og Sambandsflokkin.
Í fyrstu skránni var eingin fundir við andstøðuna ella Løgtingið sum so ásettur, men tað varð broytt um vikuskiftið.
Um hví tað var, veit forsætisráðharrin ikki at siga, men sigur tó, at hann er sera fegin um at selppa at tosa við samlaða løgtingið og harvið eisini andstøðuna.
?Tað havi eg sjálvur alla tíðina ynskt, sigur hann.
Annars er ætlanin at tosa um politikk sum heild. Soleiðis leyst og fast, sigur forsætisráðharrin, sum heldur tað vera av stórum týdningi at koma so tíðliga sum gjørligt í embætisskeiðnum til Føroya.
?Tað er sera neyðugt at vitja allar partar av ríkinum og at tryggja sær, at partarnir skilja hvønn annan og kunnu tosa saman, sigur hann.
Anders Fogh Rasmussen hevur fyrr vitjað í Føroyum. Eitt nú beint eftir, at hann tók við sum formaður í danska Vinstraflokkinum.