Vil økja barnaískoytið til kvinnur sum lesa

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum skriviligan fyrispurning um at veita unguum kvinnum betri møguleikar at eiga børn í sambandi við lestur.

 

 

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum skriviligan fyrispurning um at veita unguum kvinnum betri møguleikar at eiga børn í sambandi við lestur.

 

Talan er um fýra spurningar:

 

1.     Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin í at víðka serligu veitingarnar til kvinnur í lesnaði, sum eiga børn?

2.     Kann landsstýrismaðurin lýsa, hvør kostnaðurin er at økja barnaískoytið til lesandi kvinnur við 1000 kr um mðr.?

3.     Kann landsstýrsimaðurin lýsa skipanir, har kvinnur, sum eiga børn áðrenn lesnað, fáa lestrarløn í eitt 3-ára skeið, velja tær at fara undir hægri útbúgving?

4.     Sær landsstýrismaðurin møguleika at differentiera lestrarstuðulin soleiðis, at kvinnur, sum eiga børn undan lestrinum kunnu fáa umrøddu lestrarløn í ávíst áramál?

 

Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Bjarni Djurholm, at ein tann størsta demografiska avbjóðingin framyvir er, hvussu samfelagið kann tryggja, at kvinnur í burðadyggum aldri kunnu fáa tey børn tær ynskja, samstundis, sum kvinnurnar hava bestu møguleikar at fáa ta útbúgving tær vilja røkka.

 

– Verandi útbúgvingarskipan og stuðulsskipan ger, at vaksandi tal av ungum kvinnunum velja at eiga børn aftan á lokna útbúgving. Flestu hava ongan reellan valmøguleika, og er tí miðalaldurin fyri, at tær eiga fyrsta barnið, alsamt hækkandi. Í sjálvum sær kann hetta vera í lagi, men aðrastaðni vísir henda gongdin, at burðartalið minkar so hvørt, sum burðarmiðalaldurin hækkar. Gongd, sum hevur negativa ávirkan fyri fólkatalið, sigur hann.

 

Síðani vísir hann á, at verandi karmar um lestrar- og arbeiðslívið eru skipaðir soleiðis, at teir bert í avmarkaðanum mun taka atlit at tørvinum hjá ungum kvinnum, sum vilja eiga børn í tíðini, tá útbúgving/lestur er á skránni.

 

– Flestu ásanna, at barnsburðarfarloyvið er ov stutt, umframt, at barsilsskipanin, sum er ein arbeiðsmarknaðarskipan, ikki røkkur kvinnum í lestrartíðini.

 

– Ein møguleiki er, at tað almenna víðkar serligu veitingina til kvinnur við børnum í lestrartíðini. Spurningurin er, um slík skipan fremur størri burðartíttleika, tá lestur í sjálvum sær er krevjandi, og at orkan til barnsburð og at ansa børnum tí er avmarkað í lestrartíðini.

Hóast hesa sannroynd, so eiga  møguleikar fyri víðkaðari veiting  at verða allýstir og eigur ein kostnaðarmeting at verða gjørd av slíkari skipan. Hvussu veitingin annars skal verður skipað viðv. upphæddum pr. barn, um hon skal vera tíðaravmarkað o.s.fr. eigur ein lýsing at avdúka, sigur Bjarni Djurholm.

 

Hann vísir eisini á annan møguleika, sum er, at tað almenna veitir kvinnum inntøkutrygd umvegis lestrarløn í t.d. eitt 3-ára skeið. Fortreytin fyri  lestrarlønini  skal vera, at kvinnurnar hava átt børn/ini áðrenn lesturin byrjar. Byrjar lesturin við t.d. við 28 - 30 ára aldur, skal tað almenna veita kvinnunum mánaðarliga upphædd ásett pr. barn. Upphæddin skal  vera leys av lestrarstuðlinum.

 

– Hugsast kann, at mánaðarliga gjaldið fyri fyrsta barnið kann verða ávíst krónutal/mðr., fyri næsta barnið nakað minni, fyri triðja somuleiðis o.s.fr.

 

– Hugsa vit okkum, at 100 kvinnur fáa lestrarløn fyri eitt ávíst miðalbarnatal, sum veitir teimum tilsaman 4000 kr/mðr, kostar hetta landinum fyri hvørja kvinnu 48000 kr/árliga, ella fyri landskassan 4,8 mio kr árliga fyri allar 100.

 

Hvussu slík skipan verður samskipað við verandi barnafrádrátt og veitingar annars, eigur ein kanning av skipanini at lýsa. 

 

Slík lestrarlønarskipan hevði tryggjað kvinnum, sum valdu barnsburð áðrenn útbúgving, møguleika aftaná at taka eina útbúgving á bachelor-støði.

Skipanin skal vera sjálvboðin - ein positivur møguleiki afturat. Tær kvinnur sum velja siðbundnu  lestrargongdina beint aftaná miðnámsskúla, skulu sjálvsagt hava óbroyttar møguleikar til tess.

 

– Skoytast kann uppí, at umrøddi møguleiki at løna lesandi kvinnum, sum hava átt børn áðrenn lesnað, bleiv ikki umrøddur í Heildarætlanini, Fólkaflyting og fólkavøkstur, sum handað varð landsstýrinum í apríl 2013, sigur Bjarni Djurholm.