Vanliga hevur tað verið soleiðis seinastu árini, at íslendskar fyritøkur hava gjørt íløgur og tíðum yvirtikið føroyskar fyritøkur. Nú hevur Føroya Banki vent gongdini og gjørt íløgur og keypt meirilutan í einum íslendskum tryggingarfelag, og tað heldur íslendski sendimaðurin í Føroyum, Albert Jónsson, verða eina positiva gongd.
- Eg haldi, at tað er bæði spennandi og positivt, og mennir tað samstarv millum londini, sum logu framman undan er rættiliga tætt. Bæði tá hugsað verður søguliga, mentanarliga og málsliga, men ikki minst tá talan er um vinarlag millum føroyingar og íslendingar, sigur Albert Jónsson.
Hann sigur, at Ísland í verandi støðu leitar eftir fremmandum íleggjarum.
- Tað gera vit nú altíð, men vit leita serliga gjølla nú. Talan er um munandi íløgur, og vit eru serliga fegin um, at tað eru føroyingar, sum gera hesa íløguna. Sum stjórin í Vörðu nevndi, so er íløgan serstakliga væl móttikin í Íslandi, sigur Albert Jónsson.
Hann nevnir meiningarkanningina, sum varð gjørd í Íslandi í sambandi við íløguna hjá Føroya Banka sum vísti, at 70% av íslendingum eru stak væl nøgd við, at tað eru føroyingar, sum hava gjørt hesa íløguna.
- Og tað undrar meg als ikki, tí tað ganga sjáldan meiri enn tveir tríggir dagar millum, at føroyingar og tykkara vælvild mótvegis okkum íslendingum eftir skrædlið í oktober í fjør, verður nevnt, sigur Albert Jónsson.
Hann nevnir lánið, sum føroyingar vóru so skjótir at veita íslendingum, eins og hann nevnir, at føroyingar eru teir inastu, sum hava latið eitt lán treytaleyst.
Gott at vera íslendingum í Føroyum
Føroyingar, sum vitja í Íslandi í hesum døgum, merkja væl, hvussu fegnir íslendingar eru fyri grannarnar fyri eystan, og oftani verður havt á munni, at føroyingar eru teir einastu veruligu vinirnir hjá íslendingum. Men hvussu er so at verða íslendskur sendimaður í Føroyum í hesum tíðum.
- Tað, sum eg merki her, er ikki bert tætta sambandið milum londini, men eisini, at tað er nakað serligt at vera íslendingur í Føroyum. Tað er ein klisje, men tað er ongastaðni í heiminum, at ein íslendingur kennir seg minni fremmandan enn í Føroyum, sigur Albert Jónsson.
Hann sigur, at tað er ikki bert søguliga, mentanarliga ella málsliga satt, men at tað er nakað, hann sannar.
Men heldur íslendski sendimaðurin, at frambrotið hjá Føroya Banka í Íslandi kann verða neistin, sum kveikur enn størri og breiðari samband landanna millum.
- Eg haldi, at hetta kann gerast ein spennandi og positiv gongd í viðurskiftunum landanna millum. Samanhaldið er gamalt, men dynamiskt og eg vóni, at hetta kann føra til fleiri føroyskar íløgur í Íslandi. Um tað so kann gerast til nýggjar íslendskar íløgur í Føroyum, má so tíðin vísa, sigur Albert Jónsson.
Hann sigur, at tað er eingin ivi um, at hetta skapar nýggjar møguleikar í handilsviðurskiftunum, og hann er vísur í, at hetta fer at føra til enn størri handil millum londini.
Økt samband
Heldur íslendski sendimaðurin so, at hetta eru spennandi tíðir at umboða Ísland, nú handilsviðurskiftini millum londini stendur framman fyri spennandi avbjóðingum.
- Ja, avgjørt. Føroyar eru og hava verið í eina rúma tíð ein týðandi partur av okkara útflutningshandli, og Føroyar vaksa skjótt sum mál fyri íslendskari ferðavinnu, eins og føroyingar ferðast í alt størri tali til Íslands.Teir vitja Reykjavík, fara út at eta á matstovum og shoppa, íslendska krónan er jú lág í virði. Reykjavík hevur jú nógv at bjóða, og tað hevru Ísland eisini sum heild, sigur Albert Jónsson.
Hann fegnast um gongdina og roknar við, at fleiri íslendingar koma at vitja henda vegin, tá búskaparligu umstøðurnar aftur koma í rættlag.
- Í heila tikið vænti eg, at samskiftið og samhandilin millum Føroyar og Ísland fer at vaksa við tíðini, og eg rokni við, at vit fara at síggja eitt alsamt vaksandi úrval av íslendskum vørum í Føroyum. So eg gleði meg at menna handilssambandið og mentanarliga sambandið, sum longu er millum londini, sigur Albert Jónsson, íslendskur sendimaður í Føroyum.










