Vil mótprógva tí negativa

Hann fór av landinum sum 16 ára gamal at spæla fótbólt, men ein burgari mundi gjørt, at so bleiv aldrin. Hann skuldi eisini byrja inni í sigrinum móti Estlandi, men bleiv skaddur í unglingadysti fyri HB, sum hann fekk boð um ikki at spæla. Hann orkar ikki fyri negativiteti og vil mótprógva øllum keðiligum viðmerkinum eftir stórtapi fyri Eysturríki. Hann er yrkisspælari í AaB og eitur Hallur Hansson

Tað er seint á kvøldi. Lands­liðið skal avstað tíðliga morgu­nin eftir og 20 ára gamli miðvallarin er spentur. Hann hevur leikbann til fyrra dystin móti Írlandi og tað ávirkar lagið nakað.
- Eg skal ikki missa plássið á landsliðnum. Eg ætli mær at spæla á landsliðnum til eg ikki kann spæla fótbólt meir, sigur hann avgjørdur á máli­num.
Hann er ungur og hevur nak­að hann ætlar at prógva. Hann er óspoleraður í sínum við­merk­ingum. Hann meinar einki ringt um hinar, men hev­ur bara sett sær sjálvum nøk­ur høg mál og hann sigur tað sum hann meinar tað. Eftir eina løtu kemur tað so.
- Also, eg meini einki ringt um hinar. Eg gleði meg faktist at síggja Heina Vatns­dal spæla, men eg havi sett mær sjálvum eitt mál um at spæla fast á landsliðnum, legg­ur hann afturat.
Her er einki uttanum tos. Einki við at tosa um ein dyst á gangin og bara at gera sítt besta. Ungi havnarmaðurin hev­ur sett sær nøkur greið mál og nú mál røkka ella støkka sum yrkisspælari.

Bugarin, ið mundi forkomið Aberdeen møguleikanum
Hallur er sonur Hans Nielsen og Hannu Mikkelsen. Hann búði fyrstu árini á Argjum, men flytir sum átta ára gamal til vágs, tí boð eru eftir Han­si at venja VB. Hallur minn­ist árini í Vági við gleði.
- Tað var tá tað bleiv stutt­ligt at spæla fótbólt, men eg var for sjálvsøkin. Eg bara dribbl­aði. og hinir skeldaðu meg altíð, sigur Hallur og flenn­ir.
Sum 11 ára gamal gongur leiðin aftur til havnar. Boð eru eftir Halli á U15 lands­lið­num nøkur ár seinni og í Aberdeen ger føroyska liðið um seg og vinnur Aberdeen Inter­national Football Festi­val. Hallur skjýtur framúr mál í finlauni.
Nakað seinni eru boð eftir hon­um á U17 landsliðnum og góðu avrikini gera, at Hall­ur og Gilli Sørensen verða bodnir til venjing í Aber­deen. Móti endanum av royndarvenjingini skal dystur spælast. Hallur er greið­ur yvir, at tað er nú hann skal vísa seg fram, men tað blivur bara til eina løtu á vølli­num.
- Undan dystinum vóru allir og ótu á eini Pub tætt við vøllin. Eg át ein burgara og fekk so ilt í búkin, at eg mátti fara av vøllinum aftan­á eitt korter ella so. Eg helt at tað var mín møguleiki, ið reyk, greiðir Hallur frá og undir­strikar, at tað var við væl­s­ignilsi frá venjaranum, at burgarin bleiv etin.
Hóast Hallur mátti av vøllinum, so fáa bæði Hallur og Gilli sáttmála í skotska felag­num, men tað var ikki bara eydnan at flyta til Aber­d­een.
- Tað var ræðuligt, minnist Hallur afturá.
Hallur og Gilli flyta inn til eina familju har mamma og son­ur búðleikast. Mamman er ein 70 ára gomlu kona, ið ikki hevur orku at ansa eftir tveimum ungum dreingjum, með­an 40 ára gamli sonurin hvørki hevur áhuga í ítrótti ella at smílast.
- Hann grenjaði um alt. Ser­liga um vit ikki ótu upp, so var galið, greiðir Hallur frá.
Tað einu ferðina spyr son­u­rin Gilla og Hall um teir kundu hugsa sær pyls­ir til døgurað. Teir svara báð­ir játtandi, men á døgurað­borðið koma grønar ólekk­ar­ar pylsir, sum hvørki Hallur ella Gilli klára at býta í.
- Vit tordu ikki at siga tað við hann, so vit pakkaðu tær í serviettar og koyrdu tær í lumma, men Gilli valdi at koyra sínar í ruskílatið í kamarinum, sum sonurin í húsi­num sjálvur tømdi, sigur Hall­ur flennandi og leggur aftur­at, at Gilli fekk av at vita, tá tað gjørdist greitt, at hann ikki hevði etið upp.
- Eg tók mínar við til venj­ing og tveitti tær í eitt rusk­ílat, sigur Hallur.
Sum liður í at Hallur fleiri ferðir er við á besta lið­num skal hann syngja framman­fyri hinum. Teir eru tríggir, ið skulu syngja. Liðið er samlað á fínari matstovu. Tað gongur illa hjá teimum báðum undan­gongumonnunum, sum ikki fáa undirtøku millum vaksnu spælararnar. Hallur er í villa­reiðu og hevur lært frá før­oyska Rógva S. Holm, sum er í felagnum samstundis, at før­oyski stjósangurin heldur ikki fær undirtøku millum spæl­ar­arn­ar.
- Eg kundi bara koma í tankar um ein sang. Eg búði saman við Gilla og TB-sang­urin gekk í heilum. So oftani, at eg dugdi hann uttanat. Eg valdi bara at koyra á og sang við fullari megi og áðrenn eg visti av, so stóðu spælararnir uppi og klappaðu við, sigur Hallur Hansson flennandi.
Í novembur 2010 fær Hall­ur debut á besta lið­num. Tað gongur illa í felag­num og í hálvleikinum er 2-0 til mótstøðuliðið. Mark McGhee er venjari, men verður koyrdur stutt sein­ni. Í hansara stað kem­ur fyrr­verandi skotski lands­liðs­venjarin, Craig Brown. Hann hevur ikki eitt gott eyka á Halli, sum ikki sleppur so mikið sum at venja við besta liðn­um. Heldur ikki tá Hallur í innanhýsis venjingardysti skaraði framúr.
- Eg skuldi bara vísa fyri honum hvat hann misti, men eg fekk at vita aftaná, at hann dámdi meg ikki sum spælara, sigur Hallur.

Skaddur í unglingadysti
Í 2011 er Hallur úttikin til A-landsliðið og U21 lands­lið­ið, sum bæði hava al­tjóða upp­gávur í Før­oyar. Hallur ven­ur við HB og nakað fyri altjóða uppgávurnar tekur Hallur eina avgerð, sum hann í dag angrar. HB ung­ling­ar skuldu spæla dyst í vágun­um og heima við hús er tví­dráttur um Hallur skal fara við.
- Babba bleiv við at siga, at eg ikki skuldi fara, tí eg kundi blíva skaddur, men eg fór alíka­væl, greiðir Hallur frá.
Hallur verður settur í álopið. Móti endanum er støðan 5-0 til HB, men í verjuni hevur ein spælari fing­ið ilt eyga á Hall.
- Eg hevði sett hann av fleiri ferðir og hann bleiv argur. Móti endanum seti eg hann av aftur og so tveitur hann seg niður aftanifrá og takl­ar niður á beini hjá mær, sig­ur Hallur.
- Eg veisti beinanvegin, at tað var gali. Tað fyrsta eg hugsaði var hvussu eg skuldi fortelja babba tað, sigur Hall­ur.
Á skaða­stovuni er lítil hjálp at heinta. Læknin hev­ur lítlan hug at hjálpa Halli, sum fær bind um fót­in og boð um, at hann verð­ur klárur um tríggjar dagar. Hann situr uttanfyri í 11 vikur og spælir ikki móti Est­landi – ein dystur sum Før­oyar vinnur 2-0.

Aftur til útlandið
Hallur ger nú avtalu við HB og spælir seinastu dyst­ir­nar í 2011 í Gundadali. Árið eftir er hann aftur at finna á mið­vøllinum hjá HB og verður valdur til ársins miðvallara.
Í summarsteðginum hevur Hallur vant við danska felagnum AaB úr Aalborg. Eftir eitt sindur av stríðið verður leiguavtala gjørd fyri restina av árinum og Hallur flytir til Danmarkar.
Og tað gongur skjótt. Bara fáar dagar eftir at hann lendur spælir hann í steypa­kappingini móti Skov­bakken. Síðani kemur hann inn í nakrar minuttir móti Brønd­by, áðrenn hann fær ein skelk og byrjar inni móti FCK í Parkini. AaB tapir 5-0 og Hallur spælir ikki væl.
- Eg hevði vilja sloppið at spælt tann dystin umaftur. Eg var ikki heilt klárur og tað var eitt sindur “unfair”, um eg kann siga so, at fáa akku­rát handan dystin. Eg var als ikki við dystin framman­undan, so eg fekk ein skelk, tá eg fekk at vita at eg skuldi byrja inni, sigur Hallur.
Hallur hevur ment seg síðani tann dystin og hevur mill­um annað staðið seg væl á miðjuni fyri eykaliðið móti FCK, sum hevði menn sum Daniel Jensen og Martin Vin­gaard á miðvøllinum.
Hallur hevur brúkt nógv tíð upp á at innrætta seg eftir spæli­stílinum í felagnum. Hall­ur hevur fingið ein heilt ávísan leiklut á miðvøllinum.
- Tað er ikki sum í Før­oy­um, har tú til eitt vist sjálvur kanst avgera hvat tú gert á vølli­num. Her fært tú eina læsta uppgávu og hana skalt tú halda teg til, sigur Hallur.
Uppgávan hjá Halli er at verða “6’arin” á liðnum. Hann er á miðvøllinum og skal at kalla hvørja ferð venda og finna ein av teimum fremstu monnum við av­levering.
Hallur hevur eitt ár eftir á sáttmálanum og er greiðir yvir, at tað er nú hann skal sláa til.

Orkar ikki fyri negaviteti
Hallur er lívligur tá tann tosar og greiðir frá. Tað er ikki til at taka feil av hvat hann hugsar og meinar við.
Tað er eisini tilfeldið, tá tosið fellur inn á nógvar av teimum negativu við­merk­inginum, sum føroyskir fót­bólts­spælarar fáa. Bæði tá talan er um spæl­ara­r, ið royna seg uttanlands og tá landsliðið tap­ir.
- Eg orki ikki fyri negativi­teti. Tað er stræv­ið altíð at lesa hvussu vána­lig­ir vit eru og at før­oysk­ir spælar­ar ikki sláa til uttanfyri Føroyar, sigur Hallur og vísir á millum annað viðmerkingarnar á før­oyku tíðindaportalunum.
- Eg tosaði nógv við Jóan Símun Edmundsson eftir stór­tapið fyri Eysturríki. Hann hevur eisini fingið nógvan kritikk. Ein maður sum Fróði Benjaminsen blív­ur ikki ávirkaður av tí, men tað blíva vit yngri í størri mun, sigur Hallur.
Hóast foreldrini biðja hann ikki taka tað so tung, so ávirka tær unga miðvallaran.
- Eg blívi óður og fái hug at mótprógva teimum. Eg skal mótprógva teimum, sig­ur Hallur at enda.
Umframt at spæla yrkis­fótbólt, so er Hallur í holt við eina HF útbúgving. Nakað hann hevur lagt stóran dent á øll árini hann hevur spælt fót­bólt.