Vil krevja eykagjald frá ferðafólki til Mykinesar

AVGJALD Bygdaráðið í Sørvági kannar nú møguleikan fyri at leggja eitt serligt gjald á ferðafólk til Mykinesar

Skulu ferðafólk, sum fara til Mykinesar, betala eitt serligt avgjald fyri at sleppa íland í oynni.
Tað er spurningurin, sum kommunustýrið í Sørvági nú er farið at kanna.
Tað er bygdaráðslimurin, Thordis Skaalum, sum hevur lagt tað óvanliga uppskot fyri
Bygdaráðið, at ferðafólk til Mykinesar skulu betala eitt serligt avgjald fyri at sleppa íland.
Peningurin, sum kemur inn í við hesum serliga ferðagjaldinum skal so brúkast til ábøtur og umvælingar í Mykinesi.
Nú hevur so ein meirluti av bygaráðnum samtykt at kanna um tað ber til.
Thordis Skaalum sigur, at tað er ein ørgrynna av ferðafólki í Mykinesi.
Hinvegin er eitt lítið oyggjarsamfelag sum Mykines, rættiliga viðbrekið og tí er neyðugt alla tíðina at hava neyðugar ábøtur fyri eyga.
Harafturat vísir hon á, at tað er neyðugt at hava lendingina so trygga, sum gjørligt og hon hugsar eisini um at gera gyrðingar framvið eggini fyri at økja um tryggleikan.
- Tað vera trygt at koma í land og fara umborð á bátin og tað má vera trygt at ganga í oynni.
Tað eru slík endamál, hon hugsar sær, at tað serliga ferðagjaldið á ferðafólk í Mykinesi skal brúkast til.

Lágt gjald
Hon sigur, at hon hugsar sær ikki, at ferðagjaldið skal vera so stórt, at tað upp á nakran máta avmarkar ferðafólkatalið í Mykinesi, tí tað er ikki ætlanin.
- Mykines er ein, sum øll, ið vilja, eiga at fáa lut í.
Hon veit heldur ikki, hvussu tað skal krevjast inn, men ein máti kundi verið at lagt tað oman á ferðaseðlarnar.
Nú eru ábøtur í Mykinesi og ábøtur á lendingina í oynni kommununalar uppgávur. Er hetta ikki bara ein eykaskattur so at kommunan sleppur undan síni ábyrgd?
- Nei, tað er tað ikki, sigur Thordis Skaalum.
Men hon ásannar, at nú Bøur og Mykines eru komin upp á Sørvágs Kommunu, førir tað eyka útreiðslur við sær fyri kommunurnar
Hinvegin heldur hon eisini, at tað er ikki rætt, at kommunan skal hava allar útreiðslurnar av, at so nógv ferðafólk eru í Mykinesi.
Og so heldur hon eisini, at viðhvørt er neyðugt at hugsa eitt sindur øðrvísi.

Neyðugt við greiðari heimild

Hilmar Høgenni í kommunala eftirlitinum í Innlendismálaráðnum, heldur, at tað er rættiliga serstakt, at Sørvágs Kommuna nú umhugsar at leggja eykagjald á ferðafólk í Mykinesi.
Men hann dugir ikki at siga upp á standandi fót, hvørja heimild kommunan hevur til at krevja eitt serligt ferðafólkagjald og hvørja heimild tey ætla at brúka fyri at eitt slíkt gjald skal vera lógligt.
Men hann staðfestir, at kommunan skal hava eina greiða heimild til tað.
Hann sigur, at tað kann vera munur á um ætlanin er at taka eitt ítøkiligt gjald frá ferðafólki, sum so afturfyri fáa eina ítøkiliga tænastu afturfyri ella um endamálið við gjaldinum er meiri flótandi, so at tað líkist meiri einum eyka skatti.