Tey vita ikki, at veruligu virðini í Føroyum verða skapt í framleiðsluhallunum kring landið, umborð á skipum okkara og á fiskavirkjunum. Tey virða ikki tann ovurhondstóra týdning, sum smiðir, timburmenn, bakarar og onnur vinnurekandi hava á vøkstur og vælferð í Føroyum. Teimum kemur ikki til hugs, at uttan hesi hart arbeiðandi og dugnaligu vinnulívsfólk kring landið, so er einki Føroyar, so er eingin vøkstur, so er eingin vælferð! Tíverri er hesin vinnuskaðiligi hugsunarhátturin vorðin grundarsteinurin í vinnu- og skattapolitikkinum hjá ávísum vinstrahallum flokki. Hesin flokkur helmar ikki í, fyrr enn vinnulívið er roytt skallut, og liggur steindeytt undir tí ovurhondsbyrðu tað er, at fíggja almenna raksturin, sum bara skal vaksa og vaksa. Fyrst 2% í dag, so 5% afturat í morgin, og tá ein almennur stovnur so mangar pengar, og tað gera teir ofta, so líka nøkur brúkaragjøld omaná. Hetta er byrjanin til skattaskrúvuna uttan enda og er køvandi fyri okkara vinnuspírar kring landi!
Eg sigi kortanei til slíkan skaðiligan vinnu politikk! Nú skal avgjalds trýstið á vinnuna steðgast, ikki eitt einasta prosent í skatti ella avgjøldum afturat! Almenni geirin skal rationaliserast, og vøkstur og vælferð skapast umvegis eitt sterkt og blómandi vinnulív. Og vit skulu arbeiða við skipanum sum røkka fleiri ár fram í tíðina, soleiðis at vinnan kennir fortreytirnar komandi árini.