At niðurstøðurnar, sum Javnaðarflokkurin higartil er komin til, eru undanstøkking og beinleiðis í stríð við samgonguskjalið, ger ikki støðuna betur.
Samgonguskjalið.
Tá skotið varð upp at tiðnað ríkisveitingina, var Javnaðarflokkurin í øðini í royndunum framhaldandi at niðurlaga ríkisveitingina og harvið fasthalda fullveldistilgongdina. Javnaðarflokkurin skeyt Sambandsflokkinum í skógvarnar, at Sambandsflokkurin gekk ímóti samgonguskjalinum. Nú tað snýr seg um kommunalreformin, gongur Javnaðarflokkuirn sjálvur beint ímóti samgonguskjal inum. Í samgonguskjalinum, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og eisini Javnaðarflokkurin undirskrivaðu fyri einum góðum ári síðani, stendur nevniliga orðarætt:
»Samgongan fer undir ein kommunureform vísandi til samtykta talið av kommunueindum. Reformurin verður settur í verk 1. januar 2011. Innihaldið í reforminum er fíggjarlig útjavningarskipan, blokkstuðul og flyting av ábyrgdarøkjum frá landi til kommunur. ??Kommissión, sum skal vera liðug á ólavsøku 2009, verður sett at fyrireika: ?• Útjavning ?• Blokkstuðul ?• Allýsing av ábyrgdarøkjum, so sum eldraøkið, fólkaskúlin, vegakervið og aðrar uppgávur, sum kunnu flytast kommunum at umsita ??Broytingarnar í kommunubygnaðinum skulu geva øllum økjum í landinum møguleika fyri at mennast í javnvág«.
Tí er tað beinleiðis óseriøst og í stríð við samgonguskjalið, nú Javnaðarflokkurin meldar út, at skattaskipanin skal broytast, heldur enn seta í verk eina blokkstuðulsskipan millum kommunuranr og landið, soleiðis sum Javnaðarflokkurin annars hevur bundið seg til í samgonguskjalinum, og at kommunureformurin ikki eigur at verða settur í verk 1. januar 2011, soleiðis sum Javnaðarflokkurin annars eisini hevur bundið seg til í samgonguskjalinum.
Javnaðarflokkurin mælir hinvegin til, at kommunalreformurin ikki verður settur í verk fyrr enn eftir næsta regluliga kommunuval, sum verður í november mánaða 2012. Vónandi er tað ikki soleiðis, at tað er atlitið til tær uml. 2000 atkvøðurnar hjá javnaðarborgarstjóranum í Havn, mótstøðan úr Havn ímóti einari útjavningarskipan og valdið á kommunustýrunum í eitt nú Tórshavn, Skopun, í Porkeri, á Tvøroyri og í Vági, sum eru orsøk til, at Javnaðarflokkurin tagar álitið um ein kommunalreform sundur og støkkur undan samgonguskjalinum.
Spæl fyri gallarínum
Um so er, at Javnaðarflokkurin ikki vil leggja kommunurnar saman við lóg pr. 1. januar 2011, seta í verk eina blokkstuðulsskipan og eina inntøku- og útreiðsluútjavning millum kommunurnar, soleiðis sum avtalað er í samgonguskjalinum, skal hann melda greitt út beinan vegin, heldur enn at halda sínar samgongufelagar og Føroya Fólk fyri gjøldur í einum eftir øllum at døma komandi aðalorðaskifti.
Tilgongdin fram ímóti at leggja kommunurnar í landinum saman hevur nú staðið við í eini 20 ár, eins og tvey álit eru skrivað. Stundin er komin at avgreiða hettar so týdningarmikla mál. Atgerðarloysi og taktisk politiskt spæl fyri gallarínum ber ongan veg.
Taktikkur heldur enn politikkur
Var tað ein ábyrgdarleysur andstøðuflokkur, sum í tíð og ótíð fór út í fjølmiðlarnar at profilerað seg, hevði tað verið skyljandi. At ein Javnaðarflokkur í samgongu, uttan at hava tosað við sínar samgongufelagar, og áðrenn veruliga viðgerðin av málinum er byrjað, fer út í fjølmiðlarnar og alment leggur seg fastan á nøkur grundleggjandi sjónarmið, sum tað neyvan ber til seinni at tillaga sjónarmiðunum hjá øðrum politiskum flokkum, uttan at Javnaðaflokkurin tá kemur at standa sum tapari, er í mínari verð ein greið ábending um, at lítil og eingin vilji er til finna eina breiða semju í hesum álvars máli. Við øðrum orðum, so tykist tað púra greitt, at taktikkurin verður raðfestur fremri enn politisku úrslitini hjá samgonguni.
Seinasta veljarakanningin
Fyrst vóru vit vitni til, at formaðurin í Javnaðarflokkinum framlegði eitt fíggjarlógaruppskot, har flestu áhugabólkar í samfelgnum fáa eitt sindur, meðan eingin, uttan nakrir pensionistar, skulu rinda nakað av týdningi, samstundis sum hallið á fíggjarlógini nærkast einari milliard krónum annað árið á rað. Nú verður álitið um “Kommunur, eindir og uppgávur” so taga sundur og kolldømt. Spurning urin er, um Javnaðarflokkurin vil nakað sum helst.
Seinasta veljarakanningin, sum gav Javnaðarflokkinum ein framman á, er helst tað ringasta, sum er hent hesari samgonguni. Taktisku útspælini frá Javnaðarflokkinum, heldur enn semjusøkjandi realpolitikkur, eru uttan iva eru ein beinleiðis fylgja av vánaliga úrslitinum, seinasta veljara kanningin gav flokkinum.
Bill Cosby og Javnaðarflokkurin
Havandi í huga fíggjarlógaruppskotið, sum fyriliggur, og nú undanstøkkingarnar í samband við kommunureformin, renna mær til hugs orðini hjá amerikanska filmsleikaranum Bill Cosby, tá hann fyri stuttum í einum av okkara fjølmiðlum varð endurgivin fyri at siga, at “hann ikki kennir lykilin til succes, men at lykilin til fiasko er at royna at gera øll nøgd.
Talan er um vísdómsorð. Tí eingin samgonga fer nevniliga at megna at venda hallinum á føroysku fíggjarlógini, ella at fremja ein kommunureform í verki, um samgongan, ella partar av henni, einans hava sær fyri eyga at royna at gera øll nøgd. Tað ber snøgt sagt ikki til í politikki. Atgerðarloysi og royndirnar at tekkjast øllum landsins veljarum samstundis, kann bert føra til politiska fiasko.
Á Tvøroyri tann 22. oktober 2009.