Vil ikki verða revsaður

Leiðarin í tí illa gitna uppreistrar­felagsskapinum í Uganda, Harrans Mót­støðuheri, roynir nú at sleppa undan at verða settur fyri altjóða krígsbrots­mannadómstólin. Dóm­stólurin hevur kravt, at Joseph Kony og fýra av hansara næstu med­arbeið­arum verða handtiknir, tí teir eru skuldsettir fyri grov brotsverk ímóti manna­ættini í tí 20 ára langa borgarakrígnum har norðuri í Uganda. Fólk í tíggjutúsundatali eru deyð í krígnum, og umleið tvær milliónir fólk eru rikin frá húsi og heimi. Tað var ugandiska stjórnin, sum bað krígsbrots­manna­dómstólin revsa Joseph Kony, men hann vil ikki fyri rættin og hevur nú biðið ST um samráðingar, so hann kann sleppa undan rættarsókn.