Vil ikki hava Anniku aftur

Tað er ikki ein samlaður Fólkaflokkur, ið hevur bjóðað Anniku Olsen upp aftur í flokkin.


Á tíðindafundinum í morgun manglaði toppskorarin hjá Fólkaflokkinum til síðsta val, Jacob Vestergaard.


Tá in.fo tosaði við hann fyri løtu síðani, gjørdi hann púra klárt, at hann ikki tekur undir við avgerðini at lata Anniku Olsen aftur í flokkin.


- Eg tók slett ikki undir við, at Annika Olsen kom aftur í flokkin. Men tað er eitt forum, ið tekur støðu til tað, og tað má eg fyrihalda meg til, sigur Jacob Vestergaard í stuttari viðmerking og leggur afturat.


- Eg havi nøkur mørk fyri hvat eg haldi vera rímiligt og ikki rímiligt, eisini innan floksdisiplin og hvussu man uppførir seg móti teimum, ið man er í flokki við. Eg haldi tað, ið Annika Olsen hevur gjørt er at fara um mark. Tí eri eg ikki samdur við avgerðini.