Vil ikki gjalda

Herfyri gjørdi ES-nevndin av, at amerikanska fyritøkan Microsoft skal gjalda smáar fýra milliardir krónur í bót fyri at hava misnýtt sína støðu á marknaðinum.

Men Microsoft hevur ongan hug at gjalda, og í gjár kunngjørdi formaðurin í felagnum, Bill Gates, at felagið hevur gjørt av at leggja málið fyri dómsvaldið hjá ES. Evropasamveldið hevur í seinastuni lagt stóran dent á fría kapping á marknaðinum, og ósemjan við ta stóru amerikonsku fyritøkuna verður roknað sum ein verulig styrkiroynd.

Ákæran frá ES kom aftan á eina fimm ára langa kanning, og í Bruxelles verður roknað við, at nú Microsoft hevur kært avgerðina, ganga í hvussu er eini trý ár, áðrenn tann endaliga avgerðin fellur.