Man hoyrir tað ikki á klaksvíksdialektini hjá Igor, at hann ikki er føddur í Føroyum. Hann er nevniliga føddur í Ukraina, men hevur í knøpp 20 ár búð í Føroyum og harav meginpartin í Klaksvík.
- Eg plagi at vera á Summarfestivali á hvørjum ári, sigur Igor.
- Í ár eru tað fýra orsøkir, at eg havi valt at koma á Summarfestival. Eg vil gjarna hoyra Preacher, Kim Larsen, Týr og síðst men ikki minst Herborg, sum hevur verið mín góða vinkona, síðan eg flutti norður higar.
Herborg og Igor fylgjast nógv, tá bæði eru heima í Klaksvík. Til dagligt býr Herborg í Skotlandi, har hon lesur. Í gjár slapp hon at opna Summarfestivalin.
Igor er ikki einans á Summarfestival fyri at hugna sær. Hann hevur eisini arbeitt á festivalinum.
- Eg fekk eina uppgávu frá Herborg at seta uppvørpu og lørift upp fyri skotska bólkin Preacher, sum Herborg syngur kór í. Tað var óført, og brúktu vit einar seks tímar upp á tað, sigur Igor.
Tað, sum Igor gleðir seg mest til at hoyra, er ein føroyskur bólkur, ið hevur framført á Summarfestivalinum eina ferð áður.
- Eg gleði meg mest til Týr. Teir høvdu eina ótrúliga góða framførslu fyri nøkrum árum síðan, so eg vænti eina góða konsert aftur í ár, sigur Igor avgjørdur.










