Vil hava vit og skil at ráða á Landssjúkrahúsinum

Trot á sjúkrarøktarfrøðingum er ein stórur trupulleiki á sjúkrahúsunum, men tað er ein trupulleiki, sum kann loysast við at brúka vanligt vit og skil, heldur Johanna Køtlum, forkvinna í Almanna-og heilsurøktarafelagnum

- Við at brúka vanligt vit og skil, kunnu vit loysa ein stóran trupulleika hjá okkara heilsuverki, ikki minst hjá Landssjúkrahúsinum.

Tað heldur Johanna Køtlum, forkvinna í Almanna –og heilsurøktarafelagnum.

Í seinastuni hevur nógv verið frammi um trupulleikar í Heilsuverkinum, serliga á Landssjúkrahúsinum.

Í hesum sambandi hevur eisini nógv verið frammi um, at ein tann størsti trupulleikin er, at tað er so stórt trot á sjúkrarøktarfrøðingum.

Men Johanna Køtlum sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum fyri ein stóran part kann loysast við nýhugsan og við at brúka vanligt vit og skil.

Hon staðfestir, at tað gongur at ein stórur bólkur av heilsustarvsfólki, sum ikki verður gagnnýttur til fulnar.

Og tað eru allir teir 230 heilsurøktararnir, sum eru í Føroyum og sum hava eina trý ár og ein mánað langa útbúgving í akkurát sjúkrarøkt.

- Eg haldi, at tað snýr seg um at brúka okkara starvsfólka-tilfeingi til fulnar, men tað verður tað ikki, sum er.

Johanna Køtlum sigur, at hendan sama tankan hevur eisini landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum, har hann tosar um at flyta fakmørk, so at heilsurøktarar eisini í nógv størri mun sleppa at átaka sær arbeiðsuppgávur í heilsuverkinum, tí tað eru nógvar uppgávur, sum teir eru vælskikkaðir at røkja.

- Tað taki eg staðiliga undir við, tí tað sigur seg sjálvt, at tað er tað einasta rætta.

Forkvinnan í almanna- og heilsurøktarfelagnum sigur, at tað eru nógvar uppgávur á heilsuverkinum sum heilsurøktarar kunnu taka sær av, bara vilji er at síggja teir møguleikar, ið liggja í einum tvørfakligum samstarvi, bara opinleiki er til at síggja tað gagnliga í einum tvørfakligum samstarvi.

Hon vísir á, at tað er ikki ókent í londunum rundanum okkum, at tað tekur sína tíð at finna stevið ímillum heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Í Danmark tók tað 15-20 ár at finna stevið ímillum heilsurøktararnar og sjúkrarøktarfrøðingarnar, men har hava partarnir nú funnið seg til rættis.

- Vónandi tekur tað ikki so langa tíð í Føroyum, men í øllum førum kundu vit brúkt danska heilsuverkið sum fyrimynd á hesum øki, heldur Johanna Køtlum.

Hinvegin harmar tað hana eisini, at næstforkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum í bløðunum mestsum vísir aftur at lata heilsurøktarar í størri mun sleppa til arbeiðis í heilsuverkinum, tí har skulu bara sjúkrarøktarfrøðingar vera.

- Eisini heilsurøkrarar hava eina drúgva útbúgving í sjúkurarøkt og tað eru nógvar funktiónir, vit kunnu røkja einsvæl og sjúkrarøktarfrøðingar.

Annars er Johanna Køtlum samd við teimum sum siga at tað er stórt trot á sjúkrarøktarfrøðingum og hon fegnast saman við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um, at ein flokkur afturat skal takast inn á sjúkrarøktarfrøðiskúlan næsta ár.

- Men fyri at tikið toppin av ísfjallinum, skuldu vit brúkt okkara heilsurøktarar til fulnar og tað vóni eg at allir partar duga at síggja.

- Tað hevði eisini verið stórt brúk á at tikið ein flokk av heilsurøktarum og heilsuhjálparum inn afturat, tí tað er stórt trot á hesari arbeiðsmegi.

Annars heldur hon, at tað er eitt brek í Føroyum, at heilsurøktarar kunnu ikki útbúgva seg víðari til sjúkrarøktarfrøðing, tí tað ber til í Danmark upp á tvey og eitt hálvt ár.