Høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger og aðrir venjarar í Premier League hava verið frammi við tí áður, og nú hevur høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal eisini meldað seg uppí kórið, sum krevur ein vetrarsteðg í Premier League.
Á tíðindafundi á Old Trafford í Manchester segði Louis van Gaal, at hann væntar, at ensk feløg fara framvegis at hava tað torført í teimum evropeisku kappingunum, orsaka av einari krevjandi og drúgvari dystarskrá í Premier League.
Manchester United hevur júst verið á einari langari ferð í Moskva, har liðið leikti javnleik 1-1 ímóti CSKA Moskva í Champions League kappingini, og nú ber Louis van Gaal stóran ótta fyri, at drúgva ferðin til Moskva fer at ávirka liðið neiligt til fyrireikingarnar til stóra lokalbrakið ímóti Manchester City á heimavølli sunnudagin.
- Í Onglandi er eingin vetrarsteðgur, og tað er tað mest óndsinnaða við tí ensku fótbóltsmentanini. Tað er als ikki gott fyri enskan fótbólt, at eingin vetrarsteðgur er í kappingini, segði ein bersøgin Louis van Gaal á tíðindafundinum.
Louis van Gaal heldur, at samstundis, sum tað er styrkin við Premier League, at hvør dystur er torførur at vinna, so er tað samstundis veikleikin hjá ensku liðunum í Champions League og í Europa League, at hava nógvar og torførar heimligar dystir í beinunum, tá ensku liðini skulu kappast í Evropa. Van Gaal heldur, at orsøkin til fallið hjá ensku liðunum í teimum evropeisku kappingunum kann bara vendast við einum vetrarsteðgi, og einari lættari dystarskrá.