Vil hava váttan fyri at øll fáa ordiliga løn

Høgni Hoydal skal nú greiða frá, um hann kann veita trygd fyri, at ongin fær lægri løn enn hann eigur

 

 

Fáa allir fiskimenn á skipum, sum hava fingið føroyskt fiskiloyvi, ta løn, teir eiga at fáa. Tað skal Høgni Hoydal nú greiða Løgtinginum frá.

 

Helgi Abrahamsen, sum hevur sæti á Løgtingi fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann hevur tvær ferðir spurt Høgna Hoydal um hetta á tingsins røðarapalli, men hann fekk einki svar.

 

Tí hevur hann nú biðið Høgna Hoydal vátta upp á skrift, at einki skip hevur fingið fiskiloyvi uttan at reiðarin fyrst váttaði at manning varð lønt eftir sáttmálunum við føroysku manningarfeløgini – og at skrivlig avtala er ímillum reiðara og manningina um hetta.

 

Helgi Abrahamsen spyr, hvørjar avleiðingar tað fær um so er, at Høgni Hoydal ikki kann vátta tað. 

 

Helgi Abrhamsen vísir á, at tað stendur í lógin, at áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. 

 

Tað stendur eisini, at er talan um fiskiskap, sum ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skal tann, sum søkir fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.

 

Høgni Hoydal skal svara spurningunum seinni í hesum mánaðinum.