- Ístaðin fyri at byggja nýtt skip til at sigla ímillum Havnina og Nólsoyar, eiga vit heldur at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoynna og Nólsoyar.
Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður.
Í gjár viðgjørdi Løgtingið málið um at byggja nýggja ferju til Nólsoyar.
Mest víðgongda sjónarmiðið hevði Páll á Reynatúgvu, sum heldur, at tað einasta rætta er at gera ein undirsjóvartunnil, heldur enn at hugsa um nýtt skip.
Í hesum føri hugsar hann ikki um ein undirsjóvartunnil til bilar, men um ein metro-tunnil, sum eitt tok kann koyra ígjøgnum á skinnarum.
Ein undirsjóvartunnil kostar 60 milliónir fyri kilometurin, men ein metrotunnil kostar ikki meiri enn eina helvt, ella kanska bara ein triðing av tí.
Vanliga verður sagt, at tað eru einir góðir fimm kilometrar ímillum Havnina og Nólsoy.
Páll á Reynatúgvu heldur ikki, at tað nóg framskygd at byggja eina ferju, ístaðin fyri at gera ein metrotunnil.
Hann heldur, at vit hava skyldu til at hugsa longri fram um tíðina, so at vit fáa alt landið at hanga saman.
Annars heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at fáa betri samband til Nólsoyar, men hann heldur, at vit eiga at tora at hugsa longur enn til at byggja eitt nýtt skip, tí tað er ein loysn, sum heldur lítur aftureftir enn frameftir.
- Og eg haldi, at tað undarligt, at landsstýrið ikki hevur hugsað um ein metro-tunnil, heldur enn eina nýggja ferju.
- Tað er ein loysn, sum vil nakað og tað er ein loysn, sum heldur. Tað er ein bílig loysn, sum, kann rekast við el-orku og hon er nógv umhvørvisvinarligari enn ein ferja.
Fleiri tinglimir hildu, at hetta var eitt áhugavert sjónarmið og tað helt landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sum umsitur Strandferðsluna, eisini.
Men Jóna M. Mortensen ivaðist í, hvussu gott hetta hugskotið er, tí hon bað tinglimir hugsa um tey, sum kanska hava klaustrofobi, so hon heldur, at eitt alternativ má vera undir øllum umstøðum.