»Vil statsministeren støtte de færøske bestræbelser på at opnå olympisk anerkendelse?«
Soleiðis ljóðar stutti og greiði spurningurin hjá Tórbirni Jacobsen til Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra. Fyrispurningurin varð settur í danska Fólkatinginum mikudagin 6. mars.
Løgmaður Anfinn Kallsberg, sum er verji hjá ítróttinum í Føroyum, hevur sent Anders Fogh Rasmussen eitt bræv, har hann biðjur forsætisráðharran um eitt viðmæli til Føroyar.
Fogh ivast eftir øllum at døma, um hann skal geva Føroyum sítt viðmæli vegna tjóðskaparligu støðu Føroya. Gitingar eru um, at løgfrøðiligar forðingar eru orsøkin til, at Fogh enn ikki hevur svarað brævi løgmans.
Tórbjørn sigur í viðmerkingunum til spurningin, at hóast flestu limirnir í IOC umboða sjálvstøðug lond, er møguleiki hjá einum heimastýri ella sjálvstýrandi øki at fáa viðurkenning og gerast limur.
Tilsamans trettan viðurkendar olympiskar nevndir eru frá londum, ið ikki hava greitt sjálvstýri, men sum eru í einum hvørjum felagsskapi við størri land.
Tórbjørn Jacobsen heldur, at tá hesi trettan londini hava fingið viðurkenning, kann Føroyar tað sama fáa sína viðurkenning í olympiskum sambandi.
Hann skundar tí undir Anders Fogh Rasmussen og vil hava hann at geva Føroyum síttviðmæli, hóast tey nógvu løgfrøðiligu stríðsmálini um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Hann vísir á, at ríkisumboðsmaðurin gav Føroyum sítt viðmæli í 1993, og at Ísland fekk olympiska viðurkenning, áðrenn landið tók sjálvstýri. Harumframt hevur danska ítróttarsambandið givið Føroyum sín fulla stuðul saman við teimum norðulendsku sambondunum.
? Fyri føroyskan ítrótt hevur viðurkenningin stóran týdning, ikki minst fyri tað dagliga altjóða samstarvið. Tað hevði tí verið ein vøkur gerð, um danski forsætisráðharrin ? hóast tey stríðsmál, sum eru millum politikarar ? hevði verið virkin í at stuðla føroyskan ítrótt, sigur Tórbjørn at enda í fyrispurninginum.
ÍSF arbeiðir fyri viðurkenning
ÍSF hevur aftur nú sett sær fyri at fáa viðurkenning og limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC. Í hesum sambandi heitti ÍSF á løgmann um at taka málið upp við forsætisráðharran, tá hann var her á vitjan fyrr í ár.
Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, sigur, at tey ikki kunnu bíða leingi enn eftir svari frá Fogh, og um hann ikki vil geva ÍSF sítt viðmæli, so mugu tey bara arbeiða miðvíst víðari.