Hvat ætla tit at gera við støðuna, sum vit eru komin í, nú bjargingarfeløgini kring landið hava lagt arbeiðið niður.
Tað vil Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, nú hava at vita frá landsstýrismonnunum, Henrik Old og Høgna Hoydal, sum umsita málsøkini.
Tað var í gjárkvøldið, at landsfelagið hjá bjargingarfeløgunum, LBF, boðaðu frá, at tey løgdu arbeiðið niður, tí tryggingarviðurskiftini hjá bjargingarfólkunum eru ógreið. Eitt bjargingarfólk á bjargingarbátimum, Lív, fekk skaða umborð, og mátti sjúkrameldast í seks vikur, men vanlukkutryggingarráðið vildi ikki veita endurgjald, tí talan var ikki um ein ”uttanífrá komandi skaða”.
Samstundis eru bjargingarbátarnir lagdir, men Norðoya Bjargingarfelag er ikki við í LBF, so teirra virksemið er ikki rakt, og teirra bjargingarbátur, Ziska, er ikki lagdur.
Men hini bjargingarfeløgini hava kortini váttað, at stendur um lív fara tey sjálvandi til arbeiðis.
Og nú vil Bjørn Kalsø hava at vita, hvat Henrik Old og Høgni Hoydal ætla at gera við málið.
Hann spyr, um landsstýrið er sinnað at broyta vanlukkutryggingarlógina, er tað neyðugt fyri at tryggja sjálvbodnu bjargingarfólkini. Og hann vil eisini hava at vita, nær neyðugu lógarbroytingarnar verða gjørdar.
Hann vil eisini hava teir at svara upp á, hvørjar avleiðingar teir halda, at hendan støðan kann fáa, nú bjargingarfeløgini hava niðurlagt arbeiðið, og bara Tjaldrið og Ziska eru tøkir til leiting og bjarging.
Tað er neyðugt at hava eina góða, landsumfatandi almenna tilbúgving, har allir partar røkja sína uppgávu so væl, sum tað nú einaferð ber til.
- Í hesum sambandi er umráðandi, at rætta útgerðin, bæði skip, bjargingarbátar og tyrlur er tøk, tá óhapp ella vanlukkur henda, sigur Børn Kalsø.
Í Kvf lovaði Henrik Old, landsstýrismaður, sum umsitur øki, at kanna málið. Hann fer nú at venda sær til vanlukkutryggingaráðið at vita, hvat skal gerast fyri at tryggja bjargingarfólkini so væl sum gjørligt, um tað so merkir, at lógin skal broytast.