Vil hava semju um at gera fleiri tunlar

Løgtingsmaður vil hava samgongu og andstøðu at semjast um eina langtíðarætlan um at gera sjey ella átta tunlar

Samgonga og andstøða í Løgtinginum eiga at seta seg saman og semjast um eina ætlan fyri, í hvørjari raðfylgju tunlar skulu gerast.

 

Tað heldur Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi. Aftur í gjár brúkti Løgtingið ein stóran part av degnum at tosa um tunlar, hesa ferð var tað um tunnil til Fámjins og til Dals. Politisk ósemja hevur verið um, hvør av teimum báðum skal gerast fyrst, og tað stríðið vunnu tey, sum vilja hava tunnil til Dals.

 

Tað er nevniliga hann, sum verður gjørdur fyrst, hóast løgtingslimir harmaðust um, at hetta merkir, at útgerðin, Landsverk fekk í fjør at bora tunlar við, fer at standa óbrúkt í eitt ár, heldur enn at bora til Fámjins.

 

Men í kjakinum helt Pauli Trónd Petersen, at hetta afturvendandi stríðið um tunlar kann ikki halda á og tí mælir hann nú til, at bæði samgonga og andstøða seta seg saman og gera eina langtíðarsemju á økinum.

 

Hann vísir á, at tað eru einir sjey, ella átta tunlar, sum eru eftir at gera, og nakrir av teimum eru tunnil til Fámjins, til Dals, til Tjørnuvíkar, til Gjáar, til Vestmanna og úr Gøtudali í Skálabotn. umframt onkrir aðrir. Hesir tunlarnir eru so afturat Hvalbiartunlinum, og tunlunum Norður um Fjall, sum longu eru avtalaðir.

 

Seta samgonga og andstøðu seg saman og finna eina semju um, í hvørjari raðfylgju hesir tunlarnir skulu gerast, kunnu teir gerast upp á eini tíggju ár, sigur hann. Uppgávan hjá Løgtinginum verður so at samtykkja at seta eina ávísa upphædd av um árið til endamálið. Og er talan um eina politiska semju ímillum samgongu og andstøðu, er vandi ikki fyri, at ætlanin verður kollvelt, hvørja ferð ein nýggj samgonga tekur við sigur hann.

 

Hann vísir eisini á, at verða hesir tunlarnir gjørdir í eini felags útbjóðing, er eisini útlit fyri at fáa rættiliga góð tilboð.

 

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, helt at tað var dekan ov seint hjá tjóðveldismanninum at koma við hesum í hesum døgum, nú samgongan bara hevur nakrar vikur eftir. Meinti hann tað í álvara, var hann komin við hesum fyrr í valskeiðnum, tá ið tað var veruleikakendari at fáa eina slíka semju í hesum valskeiðnum